Gisting í Lindbergs Húsi

Karmur um grøna gransking

Lindbergs Hús á Suðuroyarvegi 3, sum er karmur um bæði gisting og grøna gransking

Fróðskaparsetrið hevur eini sethús við kømurum, sum verða leigaði út til gestagranskarar, lærarar og próvdómarar og, um pláss er, til vitjandi studentar.

Adressan er:

Lindbergs Hús
Suðuroyavegi 3

Bílegging fer fram á Setursskrivstovuni, tel. 35 25 00.

Kostnaður (íroknað er ikki telefon)

Prís               Pr. dag                 Pr. viku                 Pr. mðr

Lesandi        200 kr                     800 kr                2.000 kr.

Kandidatar   400 kr                  1.500 kr                3.500 kr

Um húsini

Við testamenti dagf. 27.7.93 hevur Poul Johannes Lindberg, tilskrivað sjálvsognarstovninum Fróðskaparsetri Føroya húsaogn sína á Suðuroyavegi 3, at ráða yvir sbrt. galdandi ásetingum fyri stovnin, tó við ynski um, at húsini serliga verða nýtt sum gestabústaður til fólk úr øðrum londum, ið annaðhvørt lesa skeið á setrinum ella gera vísindaligar kanningar føroyskum viðurskiftum viðvíkjandi.

Poul Johannes Lindberg sýndi gjøgnum øll árini virksemi setursins áhuga á mangan hátt. Í 1970 lýsti Fróðskaparsetrið á fyrsta sinni við einari ritgerðakapping: Fiskaarbeiði í slupptíðini. Poul Johannes Lindberg var ein av luttakarunum og fekk 1. virðisløn fyri avbera gott handrit. Í kappingini 1974/75 um barnaspøl fekk hann 3. virðisløn, og í kappingini 1983/84 um ungmannafeløg fekk hann aftur 1. virðisløn.

Í Lindbergs húsi eru 4 búrúm. Tey hava fingið somu nøvn sum búrúmini, ið upprunaliga vórðu innrættað í húsum setursins á Debesartrøð.

Viðtøkur

Viðtøkur fyri Lindbergs hús - samtyktar 14.3.02

Lindbergs Hús karmur um grøna gransking

Lindbergs Hús er í løtuni partur av eini nágreiniligari stakkanning (case study) av, hvussu eini eldri hús [í hesum føri frá 1967] kunnu fáast so burðardygg og umhvørvisvinarlig sum gjørligt - soleiðis at til ber at vísa á tey sum eitt dømi um møguleikarnar fyri komandi grøna orkuskiftið.

Ætlanin er samstundis eisini, at henda stakkanning skal gerast sum eitt samstarv ímillum Fróðskaparsetur Føroya, Tekniska Skúla, Tórshavnar Kommunu, stovnar og vinnuna annars.

Lindbergs Hús vórðu í 2000 givin Fróðskaparsetri Føroya í arv eftir Pól J. Lindberg. Húsini hava síðani tá verið nýtt til lestraríbúðir.

1. apríl varð gongd sett á verkætlan um at endurnýggja húsini. Húsini skulu nútíðargerast, so at tey kunnu gerast so burðardygg og umhvørvisvinarlig sum til ber, samstundis sum tey eisini skulu vera tøkniliga framkomin. Lindbergs Hús eru nú, umvegis West Nordic Studies, eisini partur av einari størri verkætlan um grøna umstilling, sum University of the Arctic samskipar. Tað vil siga, at ætlanin er, at húsini gerast partur av einum kervi av grønum húsum í NORA-økinum og Arktis. Ætlanin er tó, at Fróðskaparsetur Føroya byrjar við at samstarva við hóskandi feløgum frá vinnuni og stovnum í Føroyum.

Ynski er, at til ber at máta og granska í øllum sum fer inn - og kemur út úr húsinum - og samstundis hava, við sensorum og tólum, eftirlit við teimum, soleiðis at dátur kunnu savnast inn um tey.

Verkætlanir kunnu til dømis granska í: Bjálving, tættleika, orkunýtslu, skrelli, spillvatni, spillhita, inniluft, luftskifti, bygningstilfari, vakstrarhúsið (í havanum), burturkast (í samband við umvæling), fukti, "Smart House"-loysnum  - og ikki minst hvussu íbúgvarnir kunnu eggjast til at fara betur um umhvørvið.

Vónandi kunnu næmingar, lærarar, vinnan og stovnar koma saman um at royna ymiskar verkætlanir, ið betra um okkara felags vitan v.v. grønari orku. Ætlanin er síðani, at hendan vitan skal kunna miðlast til allar borgarar á ein einfaldan og nýtiligan hátt.

Lindbergs Hús gerast á henda hátt bæði lestraríbúðir, karmur um gransking, framløguhøli, framsýningarhús har til ber hjá næmingum og almenninginum at vitja og læra um loysnir og royndir.

Fíggjarlig og teknisk hjálp skal í stóran part koma frá samstarvsfeløgum, grunnum og frá stuðlum annars. Longu er stórur áhugi frá fyritøkum, stovnum og fleiri av deildunum á Fróðskaparsetur Føroya um at gerast partur av verkætlanini.

Til dømis hevur Tórshavnar Kommuna tillutað húsunum peningagávu til byrjan av verkætlanini.

Vit vilja við hesum bjóða øllum á Setrinum at vera við til at seta sín dám á Lindbergs Hús. At koma saman um styttri ella longri  -  minni ella størri verkætlanir.

Samband: 

Martin Mohr Olsen: MartinO@setur.fo og Lau Blaxekjær: Laub@setur.fo