Grunnur Thorvald Poulsen av Steinum

Gávugóðs til ung listafólk

Thorvald Poulsen av Steinum

Endamálið hjá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er sambært grein tvey í viðtøkunum at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving. Stovnsfæ grunnsins er arvur eftir Thorvald Poulsen á Steinum sambært testamentinum hjá honum.

Ein trýmannanevnd mannað við rektaranum á Fróðskaparsetrinum, formanninum í Føroya Lærarafelag og formanninum í Listafólkasambandi Føroya, LISA stjórnar grunninum. Rektarin á Fróðskaparsetrinum er nevndarformaður. Í løtuni er nevndin henda: Sigurð í Jákupsstovu, rektari, Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag og Ólavur Jakobsen, formaður í LISA.

Latið verður úr grunninum 8. februar, føðingardag Thorvalds. Nevndin ger sjálv av, hvør skal fáa stuðul úr grunninum, tað verður ikki latið eftir umsókn. Fyrstu ferð stuðul varð latin var í 2001.

Samstarv við Tórshavnar Musikkskúla

Tann 13. februar 2015 varð avtala undirskrivað millum Tórshavnar Musikkskúla umboðandi musikkskúl-arnar í Føroyum og nevndina fyri Grunn Thorvalds Poulsen av Steinum um stuðul.

Endamálið við avtaluni er at fremja endamál grunsins, sum er ”at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving”.

Sambært avtaluni, ið er galdandi í trý ár (2015-2017), veitir grunnurin musikkskúlunum stuðul upp á 50.000 kr. um árið í trý ár – til samans 150.000 kr.

Nevndin fegnast um avtaluna við musikkskúlarnar:  ”Við hesari avtalu leggja vit upp til eitt tætt samstarv við listafakliga umhvørvið um leistin fyri veitan av gávugóðsi úr grunninum. Í fyrsta trý ára skeiðinum er valt at fara í samstarv við musikkskúlan, og royndirnar frá fyrsta árinum eru góðar. Á henda hátt vilja vit virka fyri, at grundarlagið fyri stuðulsveitingini er fakliga væl grundað og at stuðulin kemur fleiri til gagns ”, sigur Sigurð í Jákupsstovu, formaður fyri grunnin.

Í avtaluni er staðfest, at peningurin verður nýttur á slíkan hátt, at musikkskúlarnir fáa høvi at veita ungum tónleikaúrmælingum serligar umstøður at mennast innan sína listagrein til gagns fyrst og fremst fyri ungu listafólkini, men eisini fyri skipanina sum heild.

”Musikkskúlin er fegin um stuðulin úr Grunni Torvalds Poulsen av Steinum og vil virka fyri, at stuðulin kemur ungum gávuríkum listafólki til gagns. Áhugin fyri tónleiki í Føroyum er stórur, og fleiri ungir tónleikarar eru ávegis til framhaldandi lestur. Vit vóna, at stuðulin latin fyri 2016 fer at gera mun fyri ein breiðan hóp av ungum, evnaríkum tónleikarum og fyri einstøk tónlistafólk”, sigur Andrea Heindriksdóttir, stjóri á Tórshavnar Musikkskúla.

Um Grunnin

Thorvald Poulsen (føddur 8. februar 1912) var garðyrkismaður – gartnari – í Havn og hevði vakstrarhús og urtagarð sín, har sum R. C. Effersøes gøta og gøtan Egholmstrøð møtast. Hann átti eisini traðirnar, har SMS og meginparturin av R. C. Effersøes gøtu eru í dag. Alt hetta økið seldi hann og setti peningin á bók í Føroya Sparikassa, har hann stóð og rentaði, til Thorvald doyði. Torvald hevði áhuga fyri máli og list, og hann stovnaði grunnin til tess at stuðla ungum fólkum við listarligum evnum at nema sær útbúgving.

Limirnir í nevndini eru sambært viðtøkunum fyri grunnin rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, formaðurin í Listasambandi Føroya og formaðurin í Føroya Lærarafelag.

Thorvald ynskti, at grunnurin skuldi handa gávur sínar á føðingardegi hansara tann 8. februar.

Gávugóðsið varð fyrstu ferð latið í 2001, og síðani hava 19 listafólk og ein stovnur fingið tillutað til samans 935.000 krónur úr grunninum.

Tey, sum hava fingið stuðul úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum eru hesi:

2017: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum, 50.000 kr.
2016: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum, 50.000 kr.
2015: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum, 50.000 kr.
2014: Heiðrun Petersen, fiólleikari, 50.000 kr.
2013: Bárður Reinert Poulsen, tónleikari og Janus á Húsagarði, teknari og rithøvundur 25.000 kr. í part.
2012: Anton Petersen, filmsleikstjóri, 60.000 kr
2011: Dáva Juul Magnussen, tónlistamað, 60.000 kr
2010: Herborg Silja Strøm, listarkvinnu, 60.000 kr
2009: Kjartan Hansen, fólkatónleikari og nemur sær útbúgving innan sjónleik, 60.000 kr
2008: Marianna Mørkøre, listarkvinna, 60.000 kr
2007: Sámal Blak, myndahøggari og málari, 60.000 kr
2006: Jóhanna Reginsdóttir av Steinum, sniðgevi, 60.000 kr
2005: Bárður Oskarsson, teknari og rithøvundur, 60.000 kr
2004: Marjun Kjelnæs, rithøvundur, Jógvan Sverrason Biskopstø, sniðgevi og teknari og Eivør Pálsdóttir, songkvinna, 25.000 kr. í part.
2003: Tróndur Bogason, tónasmiður, 60.000 kr
2002: Andrass Olsen, tónleikari, 60.000 kr, Teitur Árnason, filmsleikstjóri, 25.000 kr og Petur Elias Askham Guttesen, rithøvundi, 25.000 kr
2001: Rannvá Konoy, listakvinna 60.000 kr

Viðtøkurnar fyri Grunn Thorvalds Poulsen av Steinum

Avtala við Musikkskúlan um stuðul frá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum

Tórshavnar Musikkskúli & Grunnur Thorvalds Poulsens av Steinum - Eftirmeting - árið 2015