Deildirnar á Setrinum

Talan er um tvær megindeildir:

Megindeildin fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi

Janus Jensen, Bergur Djurhuus Hansen og Hans Andrias Sølvará eru settir sum varadekanar fyri Megindeildina fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi, sum hevur tríggjar deildir:

  • Føroyamálsdeildin, har Jógvan í Lon Jakobsen er útbúgvingarleiðari í Føroyskum - Mál og bókmentir. Skrivarar eru: Sára Joensen og Oda Mørkøre.
  • Námsvísindadeildin har Janus Jensen er útbúgvingarleiðari fyri Læraraútbúgvingina og Annika Antoniussen er útbúgvingarleiðari í Námsfrøðiligum arbeiði. Skrivarar eru Rósely Reynstind og Ása Olsen.
  • Søgu- og samfelasdeildin har Hans Andrias Sølvará er útbúgvingarleiðari í Søguvísindum, Jens Christian Svabo Justinussen er útbúgvingarleiðari í Samfelagsvísindum, Gestur Hovgaard er útbúgvingarleiðari í Masterlæru í søgu- og samfelagsvísindum og Bárður Larsen er útbúgvingarleiðari í Løgfrøði. Skrivarar eru Sigrid Joensen og Sylvia Zachariassen (hálva tíð).

Megindeildin fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi

Hans Pauli Joensen er settur dekanur fyri Megindeildina fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi, sum hevur tvær deildir:

  • Náttúruvísindadeildin har Hannes Gislason er útbúgvingarleiðari í KT-verkfrøði, Bárður Niclasen er útbúgvingarleiðari í Orkuverkfrøði og Orkuvísindum og Hóraldur Joensen er útbúgvingarleiðari fyri lívfrøðiligu útbúgvingarnar. Skrivarar eru Heleha Hammer og Christina Janusardóttir Isaksen.
  • Sjúkrarøktarfrøðideildin har Súsanna Mortensen er útbúgvingarleiðari í Sjúkrarøktarfrøði og Ása Róin er útbúgvingarleiðari fyri Fólkaheilsu. Skrivarar eru Liljan Witt og Sylvia Zachariassen (hálva tíð).

Meginfyrisitingin er á Setursskrivstovuni, har Jørgen Meitilberg er fyrisitingarstjóri. Skrivararnir á deildunum vísa til fyrisitingarstjóran, umframt journalin.

Partar av meginfyrisitingini eru eisini fíggjardeildin og próvbókin, har Hugin Skaalum er leiðari, Lestrarskrivstovan og Altjóða Skrivstovan, har Elin Brimheim Heinesen er leiðari, umframt KT-tænastan, har Óli Simonsen er leiðari.

Gev gætur!

Trýst á leinkini til høgru fyri at fáa nærri kunning um hvørja einstaka deild - so sum upplatingartíðar á deildarskrivstovum o.a.