Lestrarvegleiðing

Hvat kunnu lesandi brúka lestrarvegleiðingina til?

Lestrarvegleiðing er

  • at vera tøk/ur hjá lesandi til persónliga vegleiðing um lesturin og fíggjarligar, sosialar og persónligar trupulleikar í sambandi við lesturin ella sum ávirka lesturin
  • at ávísa fólki við breki ella øðrum tarni til hjálparamboð og serundirvísing
  • at kunna um rættindi og skyldur í samband við lesturin
  • at vísa á grundleggjandi lestrartøkni, notattøkni, innlæringarhættar og arbeiðsvanar
  • at kunna um reglur og møguleikar at fáa fíggjarligan stuðul og bústað 
  • at kunna um lestrarleið, valfak og víðari lestur

Lestrarvegleiðingin kann millum annað hjálpa tær um

  • tú ynskir hjálp við at leggja skúlagongdina/lesturin til rættis
  • tú fegin vilt í starvsvenjing ella eitt skifti uttanlands
  • tú ikki stendur eina próvtøku ella verður sjúk/ur í samband við eina próvtøku
  • tú skalt í barnsburðarfarloyvi
  • tú umhugsar at fara í farloyvi
  • tú stendur í stað við einum størri skrivligum arbeiði
  • og mangt, mangt annað...

Lestrarvegleiðarin kann hjálpa tær við:

  • kunning um allar útbúgvingar - herundir:
    • reglur fyri upptøku og freistir
    • almenn upplýsing um bygnaðin av útbúgvingum
    • at fáa skil á teimum reglum og mannagongdum, sum eru galdandi á tíni útbúgving
    • skeiðslýsingar, valgreinir o.a.
    • avriksflutningur av fakum / góðskriving av lestrartíð og próvtøku, sum vunnin eru aðrastaðni

  • útbúgvingarstuðli - herundir:
    • møguleikar fyri at fáa lestrarstuðul
    • mannagongdir í hesum sambandi
    • grunnar at søkja um stuðul úr
    • vegleiða um krøv til lestrarvirksemi  frá útbúgvingarstuðulsskipanunum

  • lestur - herundir:
    • at leggja lesturin til rættis og fáa yvirlit yvir lestrargongdina
    • lestrarteknikkur og lestrarvanar
    • lestrarmøði
    • ymiskir møguleikar, sum kunnu lætta um lesnað
    • møguleikar fyri lestri í útlandinum
    • lestrarskift og flyting ímillum skúlar
  • framtíðarætlanum/starvsynskjum - herundir:
    • Hvat vilt tú við tíni útbúgving?
    • Prát um framtíðar starvsmøguleikar og kanska hjálp við at finna størv eftir loknan lestur
  • próvtøkur - herundir:
    • at finna eina loysn í samband við eina falna próvtøku
    • próvtøkuangist – eg missi takið á støðuni í samband við próvtøku. Hvat skal eg gera?

  • annað - herundir:
    • einum práti, um alt ikki gongur sum tað skal ella um okkurt er, sum tú ivast í
    • farloyvi - t.d. í sambandi við barnsburð ella sjúku
    • møguligan lestrarsteðg
    • umsóknir o.ø. skrivligum áheitanum
    • umsóknir um ymisk undantaksloyvi
    • eftir- og víðari útbúgvingar
    • undirvísing og skeið av ymiskum slag
    • klagur í sambandi við royndir og annað

     

Eisini kann tann lesandi fáa vegleiðing m.a. um fakliga innihaldið í útbúgvingunum, námsskipan, akademiskt arbeiðslag, hvussu tann einstaki lesandi kann leggja lesturin til rættis, lestrarlív og trivnaðarspurningar.

Lestrarvegleiðararnir á deildunum kunnu veita stuðul og hjálp í persónligum spurningum í sambandi við útbúgvingina, men vegleiðararnir kunnu ikki taka ábyrgdina á seg av at vegleiða fólki um álvarsligar persónligar ella sosialar trupulleikar. Í tílíkum føri verður víst víðari til hjálp uttanfyri Setrið. Er talan um slíkar trupulleikar, vinaliga skriva til: studvegl(at)setur.fo.

Er talan um víðari lestur í øðrum londum, verða lesandi biðin um at seta seg í samband við Altjóða Skrivstovuna á Fróðskaparsetrinum: ask(at)setur.fo.

Ivast tú í, um tað er tað vert at seta teg í samband við lestrarvegleiðingina? Svarið er: Heldur venda sær til ein lestrarvegleiðara eina ferð ov nógv enn einaferð ov lítið. 

Her eru dømi um støður, tú kanst vera í, har tú kanst vera í iva um, um lestrarvegleiðingin kann hjálpa tær:

  • Tað kennist kanska eins og tú ert við at steðga upp í útbúgvingini.
  • Tú kanst hava mist motivatiónina.
  • Tú kanst hava avriksótta.
  • Tú ert kanska í eini fíggjarliga trongdari støðu.
  • Tú kennir teg happaðan av onkrum á Setrinum o.m.a.

Tú kanst altið søkja vegleiðing - antin tað er av persónligum ella øðrum ávum. Minst til, at einki er ov smátt ella ov stórt til at tú kanst venda sær til ein lestrarvegleiðara.

Lestrarvegleiðarin kann sjálvandi ikki persónliga hjálpa tær við øllum, men tú kanst fáa hjálp til sjálvhjálp - og har, sum lestrarvegleiðarin ikki kann hjálpa tær, kann hann ella hon aloftast vísa tær víðari til onnur, sum kanska kunnu.

Eingin orsøk er til óttast fyri, um tú spillir tíðina hjá lestrarvegleiðaranum. Tey eru har til tað sama. So halt teg endiliga ikki aftur við at venda tær til lestrarvegleiðaran.

Ja, lestrarvegleiðararnir hava tagnarskyldu - tó við undantaki av, um tey staðfesta próvtøkusvik.

Ein samrøða hjá einum lestrarvegleiðara kann fara soleiðis fram:

  • Tú hittir lestrarvegleiðaran í einum vegleiðingarrúmi, har tit kunnu sita í friði og náðum og tosa opið saman
  • Tú kanst vænta eina samrøðu, ið tekur nakrar fáa minuttir og upp til ein tíma ella meira
  • Tú kanst fáa íblástur og nýggj innspørk, soleiðis at tú sjálv/ur kanst arbeiða við tínum lestrarvali
  • Tú fært hættir og amboð í at velja – men vegleiðarin velur ikki fyri teg
  • Tú kemur eitt stig á leiðini
  • Og tú ert altíð vælkomin aftur til vegleiðingina

Vinaliga trýst á leinkini í høgramenu'ini at fáa nærri at vita um, hvør er lestrarvegleiðari á hvørjari deild og um upplatingartíðir hjá lestrarvegleiðarunum á ymisku deildunum.