Setursskrivstovan

Miðfyrisitingin á Setrinum

J. C. Svabos gøta 14
100 Tórshavn
Tel. 352500, faks 352501
Teldupostur: setur(at)setur.fo

Postadressa:

Setursskrivstovan
Postrúm 272, 110 Tórshavn

Avgreiðsla:

Mánadag-fríggjadag kl 9-15

Setursskrivstovan er knýtt at rektarastarvinum sum leiðsluskrivstova og miðfyrisiting fyri stovnin. Uppgávurnar hjá Setursskrivstovuni fevna m.a. um gerð og samskipan av fíggjarlógaruppskotum og játtanum, umframt ávísingar, bóking í FSL-skipanini og eftirlit við givnum játtanum. Setursskrivstovan hevur ábyrgdina av roknskaparhaldi Fróðskaparsetursins, eins og hon umsitur grunnar, studningar o.a.m.

Av øðrum uppgávum eru at nevna: Almennar og innanseturs reglur, fundir í ymsum nevndum, starvsfólkamál, journal, skrásetingar (lesandi, matrikul, próvdómarar, próvtøkur, próvskjøl o.a.), val til stýrið, ársfrágreiðing og annað kunningartilfar, almenn skeið, almennir fyrilestrar, ritgerða- og savningarkappingar, námsferðarstudningar, samstarv og samskifti við aðrar stovnar heima og úti.

Skrivstovuhald fyri onnur

Setursskrivstovan hevur skrivstovuhald fyri onnur enn Fróðskaparsetrið:

  • Felags rakstrarstaðið Stovnarnir á Debesartrøð, ið fevnir um felags húsavarðaskipanina fyri stovnarnar á Debesartrøð, sum hevur 2 húsavørðar,  og um KT-tænastuna, sum verður myndað av KT-leiðaranum. 
  • Føroya Fróðskaparfelag hevur, síðani tað var við til at fáa lagt lunnar undir Fróðskaparsetrið, verið neyvt knýtt at Setursskrivstovuni. Alt samskiftið við og um felagið gekk gjøgnum Maud Heinesen, sum bæði var setursskrivari og skrivari hjá Fróðskaparfelagnum frá 1965 til hon legði frá sær fyri aldur í 2003. Ein stórur partur av virkseminum hjá Fróðskaparfelagnum hevur verið bókaútgávuvirksemið. Hetta er nú umskipað í smápartafelagið Fróðskap (LINK), sum Fróðskaparfelagið og Fróðskaparsetrið hava stovnað í felag.

Setursskrivstovan umsitur fleiri grunnar, sum Fróðskaparsetrið varðar av:

Lindbergs hús

Fróðskaparsetrið hevur eini sethús - Lindbergs hús - við kømurum, sum verða leigað út til gestagranskarar, lærarar og próvdómarar og, um pláss er, til vitjandi studentar.
Bílegging fer fram á Setursskrivstovuni, tel. 35 25 00 ella við telduposti