KT-tænastan

Ábyrgd av tól- og ritbúnað

Leiðari á KT-tænastuni er Óli Simonsen, KT-leiðari, sum hevur ábyrgd av innkeypi og viðlíkahaldi av tól- og ritbúnaði á Setrinum.

KT-tænastan samstarvar við eksternan veitara um KT-support.

Fráboðan av feilum

Niðanfyri er nærri kunning um mannagongd í samband við fráboðan av feilum ella ólag á KT skipanum og kervi Setursins, umframt umbønir um aðrar KT-tænastur.

Í høvuðsheitum eru tveir ymiskir møguleikar fyri fráboðan av feilum: 

Vanlig fráboðan av feili (verður sent við telduposti)

  1. Send ein teldupost til  support@formula.fo við avriti til KTT@setur.fo
  2. Skriva stuttan rámandi tekst um feilin í evnis-teigin.
  3. Upplýs:
    a. Navn og telefonnummar
    b. Lýs trupulleikan so væl sum gjørligt, t.d.
         - Á hvørjari deild/húsi er trupulleikin?
         - Er tað ein ella fleiri brúkarar, sum hava sama trupulleika?
         - Hvat fyri skipan er talan um (t.d. er einki samband við prentaran, tráðleyst samband, office e.t.)?
         - Hvussu vísir trupuleikin seg?  Lýs í orðum og um til ber, so kanst tú seta mynd inn av skíggja, ið vísir feilboð.
         - Hvat hevur tú gjørt fyri at loysa trupulleikan?

Við hesum verður uppgávan/fráboðanin sjálvirkandi skrásett starvsfólkið fær ein teldupost aftur við uppgávunummari í.

Starvsfólk hjá Formula ella KT-tænastuni hyggja nærri at trupulleikanum og venda aftur. Í nógvum førum kann trupulleikin loysast við, at KT-vørður yvirtekur telduna úr fjarstøðu.

Starvsfólkið kann eisini svara teldupostinum við meira viðkomandi upplýsing um trupulleikan, ella taka áheitanina aftur.

Telefon (bráðhjálp)

  1. Ring til Formula á 344 100
  2. Starvsfólk hjá Tøkni- og rakstrardeildini hjá Formula svara telefonini og skráseta fyrispurningin.
  3. Brúkarin fær ein teldupost aftur við uppgávunummari í.

Starvsfólk hjá KT-tænastuni ella hjá Formula hyggja nærri at trupulleikanum og venda aftur. 

Aðrar umbønir

Aðrar fráboðanir ella umbønir um tænastur, so sum stuðul í samband við próvtøkur, ráðstevnur og tiltøk annars, skulu sendast til KTT@setur.fo.

Útreiðslur til nýggja útgerð, forrit v.m. skulu játtast av næsta fyrisetta.

KT-tænastan kann ikki átaka sær upplæring av starvsfólkum i grundleggjandi KT-førleikum, sum starvsfólkið eigur at hava ognað sær sjálvt ella gjøgnum skipaða upplæring ella skeið. 

Henda og aðrar vegleiðingar eru eisini at finna undir Z:\Felags\Kunning\Frá KTT.

Um spurningar eru, ber til at skriva ella ringja til Óla Simonsen, KT-leiðara, tlf. 292515, KTT@setur.fo