Sjúkrarøktarfrøðideildin

Heilsa, sjúkrarøkt og umsorgan

Sjúkrarøktarfrøðideildin

Jónas Broncksgøta 25, 3. h
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352250
sfd@setur.fo

Avgreiðsla:

Mánadag-hósdag kl. 09.00-15.00
Fríggjadag
kl.  09.00-14.30

Avgreiðsla fyri lesandi:

Mánadag og fríggjadag
kl. 09.00-14.00
Týsdag og hósdag kl. 09.00-12.30
Mikudag stongt  

Um deildina

Á Sjúkrarøktarfrøðideildini verður undirvíst og granskað í sjúkrarøktarfrøði og heilsuvísindum í breiðari merking. Útbúgvingarnar fevna um bachelor í sjúkrarøktarfrøði og ískoyrisútbúgving til sjúkrarøktarfrøðingar og ískoytisútbúgving fyri sjúkrarøktarfrøðingar og onnur við heilsufakligari miðallangari framhaldsútbúgving, útbúgvin eftir eldri lógum.

Síðan 2016 er boðin masterútbúgving innan heilsu. Skipað verður eisini fyri serstøkum skeiðum á bachelor-, master- og ph.d.-stigi.

Eitt sindur um søguna

Útbúgvingin til sjúkrarøktarfrøðing ella til sjúkrasystir, sum tað nevndist fram til 2002, hevur verið í Føroyum síðani 1910. Í fyrstani var útbúgvingin ikki í føstum kørmum. Næmingarnir skuldu, har møguleiki var fyri tí, vera á ymiskum deildum, og útbúgvingin endaði við einari próvtøku.

Sjúkrasystraskúli Føroya varð settur á stovn 1. februar 1960. Útbúgvingin varð sett í gildið við "Anordning af 30.01.1957 om sygeplejerskeuddannelsen." Skúlin var fyrisitingarliga ein partur av Landssjúkrahúsinum.

Í februar 2000 var skúlin fluttur frá Almanna- og Heilsumálaráðnum til Mentamálaráðið. Skúlin hevur síðani virkað sum sjálvstøðugur stovnur undir Mentamálaráðnum. 22. januar 2003 kom nýggj "Løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum", sum ein útbúgving á bachelorstigi.

Endamálið við útbúgvingini til sjúkrarøktarfrøðing er at geva teimum lesandi førleika til at kunna virka sjálvstøðugt sum sjúkrarøktarfrøðingar og vera við í tvørfakligum samstarvi. Útbúgvingin skal, í samsvari við ta samfelagsligu, vísindaligu og tøkniligu menningina og tørvin á sjúkrarøkt, geva teimum lesandi førleika í ástøðiligum og kliniskum sjúkrarøktarkunnskapi.

Bachelorútbúgvingin í  sjúkrarøktarfrøði fatar um ástøðiliga undirvísing á Sjúkrarøktarfrøðideildini, og kliniska undirvísing á ymiskum deildum á sjúkrahúsum, ellis- og røktarheimum, og í heimarøktini kring landið.

Í 2016 bar til at søkja inn á nýggju masterútbúgvingina í fólkaheilsu. Framman undan høvdu stakskeið verið bjóðað út ímóti gjaldi, men hetta var fyrstu ferð, at full masterútbúgving í fólkaheilsu bleiv bjóðað út.

Útbúgvingin er skipað sum hálvtíðarlestur yvir fýra ár (hetta ger tað møguligt fyri lesandi at hava hálvtíðararbeiði í lestrartíðini). Útbúgvingin viðger sjónarmið og mát fyri heilsu og fólkaheilsu, og menniskjans samspæl við heilsuligar avbjóðingar og samfelagsligar treytir í dag og gjøgnum tíðina; greinar umhvørvisárin á heilsu, arvaligar sjúkur, kostinntøku og kropsliga venjing, og hvussu fólkaheilsan verður merkt av hesum tættum.