Søgu og samfelagsdeildin

Søga, samfelag, búskapur og løgfrøði

Søgu- og samfelagsdeildin

Jónas Broncks gøta 25, 4. h
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352580
ssd(at)setur.fo

Avgreiðsla:

Mánadag-hósdag
kl. 09.00-15.00
Fríggjadag
kl. 09.00-14.30

Avgreiðsla fyri lesandi:

Mánadag og fríggjadag
kl. 09.00-14.00
Týsdag og hósdag
kl. 09.00-12.30
Mikudag stongt  

Um deildina

Fleiri útbúgvingar eru at velja ímillum á Søgu- og samfelagsdeildini, bæði grundútbúgvingar og framhaldsútbúgvingar.

Forvitni, opinleiki og kritisk tilgongd skal vera drívmegin í útbúgvingartilboðunum á SSD. Dentur hevur tí verið lagdur á at byggja upp nakrar bachelor- og masterútbúgvingar, sum byggja á ein tvørvísindaligan tematiskan leist við praktiskari orientering, har fleiri vísindaligar disiplinir innganga.

Hesin leistur er valdur, tí mett verður, at hetta bæði gevur góðar fakligar førleikar, men eisini tí tað passar inn í tann kunnleikatørvin, sum er á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Eftirspurningur er eftir fólki, sum duga at hugsa í heildum, men sum samstundis megna at brúka amboðini og førleikarnar til analytiska dýbd. Somu dygdir hava eisini stórt virði á altjóða arbeiðsmarknaðinum

Umframt útbúgvingarnar er gransking ein hornasteinur á Søgu- og Samfelagsdeildini, og granskingarevnini eru fleiri. Serligan áhuga í løtuni hava t.d. viðurskiftini í Føroyum í 1800-talinum, eftir 1939 til í dag, grindaveiða, drykkisiðvenja í Føroyum, søga hjá heilsuverkinum, hvussu korini hjá smásamfeløgum eru, bæði viðvíkjandi politikki, arbeiðsmarknaði og fíggjarligu treytirnar hjá vinnuvirkjum.

Umframt at útbúgva og granska skal deildin eisini veita ráðgeving innan síni vísindaøki og kunna almenningin um granskingarúrslit og háttaløg. Hetta verður gjørt í greinum í bløðum og vísindaligum tíðarritum eins og í bókum.