Búskaparráðið

Fylgir búskaparligu gongdini

Fyrsta stovnsetan av Búskaparráðnum var í 1962. Búskaparráðið varð endurstovnað í øðrum líki aftan á kreppuna í nítiárunum, í 1995. Seinasta broytingin í lógini um Búskaparráð var í 2012, tá avgerð varð tikin um, at Fróðskaparsetrið røkir skrivarauppgávuna og dagligu umsitingina hjá Búskaparráðnum.

Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligu gongdini í landinum og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina. Harumframt skal ráðið ráðgeva um búskaparlig viðurskifti, undir hesum um konjunkturgongdina og um fíggjarliga haldførið hjá føroyska búskapinum í longdini. 

Búskaparráðið ger árliga tvær konjunkturfrágreiðingar, sum verða almannakunngjørdar 1. mars og 1. september. Harumframt kann Búskaparráðið gera temafrágreiðingar og ráðgeva landsstýrinum í øðrum málum. Skrivarauppgávan hjá Búskaparráðnum er við avtalu løgd til Fróðskaparsetur Føroya at røkja.

Búskaparráðið hevur tríggjar limir, sum landsstýrið setur eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetri Føroya. Limirnir eru valdir fyri eitt fýraáraskeið. Ráðið skipar seg sjálvt við einum formanni. Limirnir skulu hava útbúgving sum búskaparfrøðingar.

Løgtingslóg um Búskaparráð sæst HER.