Lestrarráð

Eftirlit við menningini av útbúgvingum Setursins

Í samsvari við §17, stk. 1 í Løgtingslóg nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya verða yvirskipaðu viðtøkurnar fyri lestrarráð undir Fróðskaparsetri Føroya hervið staðfestar. Hvør deild eigur at hava sítt lestrarráð.

Virkisøki og heimildir

Yvirskipaða uppgávan hjá lestrarráðnum er at hava eftirlit við, at útbúgving og undirvísing verða støðugt ment. Lestrarráðið hevur tí m.a. til uppgávu at:

  1. Virka fyri, at endamálið um granskingargrundaða útbúgving á altjóða stigi verður rokkið
  2. Góðkenna útbúgvingarprofilar og námsskipanir 
  3. Viðgera eftirmeting av undirvísing og útbúgvingum og gera tilmæli til útbúgvingarleiðara um korrigerandi átøk. 
  4. Góðkenna umsóknir um góðskrivingar og tryggja, at tær verða viðgjørdar á rættan hátt
  5. Virka fyri, at samvirkandi fyrimunir millum útbúgvingar verða gagnnýttir

Limatal samanseting osfr.

Lestrarráðið kann í mesta lagi hava seks valdar limir. Fyri hvønn lim verður valdur varalimur. Lesandi og vísindastarvsfólk hava eins nógv umboð í lestrarráðnum. Vísindastarvsfólk kunnu verða umboðað av ymiskum starvsbólkum (professarar, lektarar, adjunktar, ph.d. lesandi og námslektarar).

Aftrat valdu umboðunum í lestrarráðnum luttaka deildarskrivarin og umboð fyri Lestrarskrivstovu, sum hava talurætt, men ikki atkvøðurætt. Umboð fyri vísindafólk sita trý ár í senn; umboð fyri lesandi sita eitt ár í senn. Lestrarráðið kann bjóða øðrum, ið ikki eru limir í lestrarráðnum, á fund hjá lestrarráðnum sum eygleiðarar.

Les nærri um Lestrarráðini í yvirskipaðu viðtøkunum.