Pisudagar

Tiltak fyri teg, sum skalt lesa uttanlands

Á hvørjum ári fara hundratals føroyskar pisur undir víðari lestur uttanlands. Hetta er ein sera spennandi tíð, ið krevur nógva fyrireiking og eisini hevur nógvar spurningar við sær.

Tí skipa MFS, Eik, Altjóða Skrivstovan á Setrinum (ASK) og Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark fyri Pisudøgum á hvørjum ári.

“Bústaður, Føroyafrádráttur, arbeiði, NemKonta, nýggir vinir, nýtt mál. Nógv er at hugsa um, tá tú fert uttanlands at lesa.”

Við serfrøðingakunnleika frá ASK, og serkunnleika hjá Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark, og góð rág og hugskot frá teim lesandi í MFS og góðum fíggjarligum stuðli frá Eik, er tiltakið ætlað teimum, ið ætla sær at fara undir víðari lestur uttanlands.

Endamálið er at geva fólki høvi at seta spurningar, fáa góð ráð og vegleiðing og tosa við onnur, ið eru í júst somu støðu, soleiðis at ein kemur so væl frá byrjan sum gjørligt.

Umboð frá Eik geva góð ráð um fíggjarlig viðurskifti, m.a. hvussu ein stovnar eina NemKontu og týdningin av at leggja eina góða fíggjarætlan.

Holger Arnbjerg hevur drúgvar royndir við lestrarvegleiðing og fer at greiða frá, hvussu ein kann brúka ASK í sambandi við hægri lesnað – bæði áðrenn og aftaná at ein ert farin í gongd. Harafturat hevur hann nógv góð ráð og vegleiðir um, hvussu ein kemur væl frá lestrarbyrjan.

Aftaná framløgurnar verða luttakararnir bólkaðir, alt eftir hvar tey fara at lesa. Í bólkunum verður høvi at tosa við onnur ung, ið eru uttanlands í lestrarørindum og seta nærri spurningar til MFS/tey lesandi, ASK og Ráðgevingina.

At enda verður møguleiki at hittast og práta við onnur framtíðarlesandi tvørtur um lestrarlond, meðan Eik bjóðar okkurt leskiligt til góman.