Seturssamanshow

Eitt stórt tiltak fyri at sjóða fólk saman

Innleiðslutiltakið SETURSSAMANSHOW 2016, har nýggj lesandi vórðu samansjóðað við eldri lesandi og starvsfólk.

SETURSSAMANSHOW verður aftur í ár á Reinsarínum. Hesaferð fríggjakvøldið 25. august frá kl. 20.00-02.00.

Øll nýggj lesandi verða bjóðað við til eitt “brak” av eini lestrarbyrjan saman við øllum hinum lesandi og starvsfólkunum á Setrinum.

Í sambandi við lestrarbyrjan verður veitslukent hugnakvøld  fríggjakvøldið 25. august 2017 frá kl. 20.00 til 02.00 í Reinsarínum, Perluni og Ostahúsinum í Tórsgøtu fyri øll tey gott 1.000 lesandi og starvsfólkini, sum hava sítt dagliga virksemi á Setrinum.

Á skránni verða konsertir, filmsframførsla av filmi um Setrið, setursquiz, umframt mangt annað. Nærri kunning um skránna kemur seinni.

GEV GÆTUR! Einans tey, sum eru skrásett sum lesandi og starvsfólk á Setrinum, sleppa inn. Tey, sum eru skrásett, fáa stempul við inngongdina.