Setrið

Ein lærdur háskúli og granskingardepil

Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini, har hetta er ásett í lógini.

Endamálið er í einum at menna granskingina og dygdina í undirvísingini, umframt at skapa karmar um nýskapandi undirvísing og útbúgving á Fróðskaparsetrinum.

Tann 1. august 2008 var ein søguligur dagur hjá Fróðskaparsetri Føroya, tí henda dag vórðu Læraraskúlin, Sjúkrarøktarfrøðiskúlin og tað, sum fyrr nevndist Fróðskaparsetur Føroya (Føroyamálsdeildin, Náttúruvísindadeildin og Søgu- og samfelagsdeildin), løgd saman í ein stovn undir navninum Fróðskaparsetur Føroya.

Talan var tá um, at Løgtingslóg nr 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya varð sett í verk. Hendan varð aftur broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 8. mai 2012.

Nýggja lógin sæst HER.

Stovnurin er í høvuðsheitum alment fíggjaður, tvs. at stovnurin fær eina árliga játtan á løgtingsfíggjarlógini, sum fyri fíggjarárið 2017 er áljóðandi 84.466 tkr.

Seinnu árini eru fleiri eksternt fíggjaðar verkætlanir settar í verk. Her er talan um bæði Ph.D. og aðrar granskingarverkætlanir, sum verða fíggjaðar av Granskingarráðnum, Forskningsstyrelsen, oljufeløgum o.s.f.

Aðalmálið hjá Fróðskaparsetrinum er burðardygg menning av føroyska samfelagnum.

Í 2014 var eitt strategiskjal kunngjørt, sum setir karmar og mál fyri menningina av Fróðskaparsetri Føroya 2014-2024.

Strategiskjalið sæst HER.