Bygnaður

Leiðsla, fyrisiting og megindeildir

Fróðskaparsetur Føroya er ein almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini.

Lógin fyri Fróðskaparsetrið ásetir at: "Fróðskaparsetur Føroya verður stjórnað av einum stýri. Rektarin leiðir Fróðskaparsetur Føroya innan karmar, sum stýrið ásetur."

Leiðsla

Stýrið er evsti myndugleiki og hevur ábyrgdina av virksemi Setursins mótvegis landsstýrismanninum. Stýrið setir í starv og loysir úr starvi rektara, dekanar og fyrisitingarstjóra.

Sigurd í Jákupsstovu varð settur í starv sum rektari 1. september 2011 - í fyrstu atløgu í fimm ár. Skeið hansara er longt við trimum árum, soleiðis, at hann er settur rektari fram til 31. august 2019.

Í tíðarskeiðinum 1. mars 2016 til 28. februar 2017 eru niðanfyristandandi settir sum varadekanar.

  • Janus Jensen, varadekanur fyri Námsvísindadeildina
  • Bergur D. Hansen, varadekanur fyri Føroyamálsdeildina
  • Hans Andrias Sølvará, varadekanur fyri Søgu- og samfelagsdeildina

Hans Pauli Joensen, dekanur fyri Náttúrvísindadeildina og Sjúkrarøktarfrøðideildina, er vararektari frá 1. mars 2016 at rokna.

Deildir

Talan er um fimm deildir, umframt miðfyrisitingina:

  • Føroyamálsdeildin:
    Bergur D. Hansen, dekanur
    Jógvan í Lon Jakobsen, útbúgvingarleiðari í Føroyskum máli og bókmentum
  • Námsvísindadeildin:
    Janus Jensen, dekanur og útbúgvingarleiðari fyri Læraraútbúgvingina
    Annika Antoniussen, útbúgvingarleiðari fyri Námsfrøðingaútbúgvingina
  • Søgu- og samfelagsdeildin:
    Hans Andrias Sølvará, dekanur og útbúgvingarleiðari í Søguvísindi
    Jens Christian Svabo Justinussen, útbúgvingarleiðari í Samfelagsvísindum
    Gestur Hovgaard, útbúgvingarleiðari í masterlæru í søgu- og samfelagsvísindum
    Lau Ølfjord Blaxekjær, útbúgvingarleiðari í West Nordic Studies
    Bárður Larsen, útbúgvingarleiðari í Løgfrøði
    Jóannes Jakbosen, útbúgvingarleiðari í Búskaparfrøði
  • Náttúruvísindadeildin:
    Hans Pauli Joensen, dekanur
    Hannes Gislason, útbúgvingarleiðari í KT-verkfrøði
    Bárður Niclasen, útbúgvingarleiðari í Orku og umhvørvisverkfrøði
    Hóraldur Joensen, útbúgvingarleiðari í Lívfrøði
  • Sjúkrarøktarfrøðideildin:
    Hans Pauli Joensen, dekanur
    Súsanna Mortensen, útbúgvingarleiðari í Sjúkrarøktarfrøði
    Marin Strøm, útbúgvingarleiðari í Fólkaheilsu

Miðfyrisitingin er á Setursskrivstovuni, har Jørgen Meitilberg er fyrisitingarstjóri.