Rektarin

Sigurd í Jákupsstovu

Leiðsla, Setursskrivstovan

Samband

Telefon:+298 292503
Teldupostur: sigurdj(at)setur.fo

Sigurð í Jákupsstovu, f. 1963, er útbúgvin skipsførari og verkfrøðingur umframt at hann í 2002 vardi Ph.D ritgerð við DanmarksTekniske Universitet (DTU). Meðan hann skrivaði ritgerðina var Sigurð í Jákupsstovu knýttur at Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Sigurð í Jákupsstovu hevur starvast í oljuvinnuni, m.a. sum verkfrøðingur fyri MærskOlie og Gasí Quatar og í Indonesia. Í 2003 gjørdist hann virkandi stjóri á Jarðfrøðisavninum og í 2004 stóð hann á odda fyri samanleggingini millum Jarðfrøðisavnið og Oljumálaráðið til nýggja stovnin Jarðfeingi. Sigurð í Jákupsstovu var stjóri á Jarðfeingi til 2008, tá ið hann tók við starvi sum tekniskur stjóri í Atlantic Petroleum.

Sigurð í Jákupsstovu tók við starvinum sum rektari á Fróðskaparsetrið Føroya 1. september 2011 - í fyrstu atløgu í fimm ár. Skeið hansara var hareftir longt við trimum árum, soleiðis at hann er settur rektari fram til 31. august 2019.