Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya

Valt fyri fýra ár á gangin

Landsstýriskvinnan saman við limum og varalimum í nýggja stýrinum. Fremsta røð úr vinstru: Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, Hans Harryson, Guðrún Nordal, Silja Aldudóttir, Ólavur Ellefsen og Sára Joensen. Onnur røð úr vinstru: Guðrun Gaard, Svein-Ole Mikalsen, Marita Rasmussen og Anders Bjarklev. Triðja røð úr vinstru: Sigurð í Jákupsstovu, Heidi Poulsen og Hans Pauli Strøm. Aftasta røð úr vinstru: Jørgen Meitilberg, Emil Hermansen og Gestur Hovgaard

Í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya sita sjey limir. Landsstýrismaðurin velur fýra teirra uttan fyri stovnin, starvsfólkini velja tveir og tey lesandi ein lim. Fyri hvønn lim verður varalimur eisini valdur. Valskeiðið er 4 ár, fyri tey lesandi er skeiðið tó 1 ár.

Limirnir uttaneftir skulu hava universitetsútbúgving ella førleika á samsvarandi stigi. Teir skulu tilsamans hava holla vitan um og gott innlit í universitetsútbúgving og gransking. Limirnir skulu tilsamans hava leiðsluroyndir frá vinnu og umsiting.

Stýrið er evsti myndugleiki Fróðskaparsetursins. Stýrið velur formann og næstformann millum teir av landsstýrismanninum uttaneftir tilnevndu stýrislimir. Varalimur tekur sæti í stýrinum, um vanligum limi berst frá.

Trýst á leinkið "Stýrislimir" til høgru fyri at síggja, hvør situr í stýrinum í løtuni.