Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Gransking

Gransking er nýtt virksemi á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum, sum enn ikki hevur so langa akademiska traditión. Tó verða gransking og menning raðfest høgt á Sjúkrarøktarfrøðiskúlum. Tað er ógvuliga umráðandi, at bæði undirvísarar og lesandi geva sítt ískoyti til, at vitanin, sum verður brúkt í útbúgvingini, er grundað á nýggjastu granskingar- og menningarúrslit.

Gransking og menning eru partar av yvirskipaðu strategiini á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum. Serligur dentur verður lagdur á at styrkja samstarvið við kliniska praksis og at lesandi so hvørt taka lut í granskingar- og menningarverkætlanum.

Á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum verður dentur lagdur á, at undirvísararnir hava møguleika at taka lut í og sjálvir at útinna granskingar- og menningarverkætlanir.

Áhugin fyri gransking í sjúkrarøkt er vaksandi bæði internationalt og her í Føroyum. Vit eru væl á veg.

Samband
Sjúkrarøktarfrøðideildin
Jónas Broncks gøta 25, 3. h
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352250
Faks: +298 352501
srfs(at)skulin.fo
CMS::TypoConsult