Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Ældre og aldring på Færøerne

Ása Róin, RN, MA, stud PhD

Arbeiðið við ph.d verkætlanini byrjaði februar 2011 við stuðli frá Granskingarráðnum. Verkætlanin snýr seg um at kanna, hvussu tað er at eldast í Føroyum, og hvat hevur týdning, tá tosað verður um lívsgóðsku á ellisárum. Samfelagslig tiltøk og framtíðar ætlanir byggja í stóran mun á stereotypar myndir av eldri og fjala tað stóra fjølbroytni av lívsroyndum og ymiskleika millum eldri.

Verkætlanin hevur sum endamál at viðvirka til eina dekonstruktión av stereotypum myndum av eldri, og harvið skapa grundarlag fyri fjølbroyttari tiltøkum fyri framtíðar eldri fólk í Føroyum.

Vísindaástøðiliga tilgongdin verður diskursástøðilig og háttalagið verður kvalitativt interview við umleið 25 eldri fólki  í Føroyum umframt viðgerð av almennum tilfari um eldrapolitik, álit, kunngerðir og annað.

Verkætlanin er, umframt Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum, eisini knýtt at National Institute on Ageing and Later Life á Linnköping Universitet, Norrköping, Svøriki

Samband
Sjúkrarøktarfrøðideildin
Jónas Broncks gøta 25, 3. h
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352250
Faks: +298 352501
srfs(at)skulin.fo
CMS::TypoConsult