Sjúkrarøktarfrøðideildin
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
Leys størv
Útbúgvingar á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum
Á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum ber til at taka Bachelor í Sjúkrarøktarfrøði.
Umsóknarblað fyri 2013
Umsóknarblaðið til at søkja inn eftir kvotu 2, verður tókt fyrst í februar 2013. Eisini kemur tá ein leiðbeining til umsóknarblaðið. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út
Umsóknir kunnu eisini sendast við telduposti til lestur(at)setur.fo
Sí annars nærri kunning á umsóknarblaðnum.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 1. juli 2013 á midnátt. Boð um upptøku verða send í seinasta lagi mánadagin 15. juli 2013. Játtan fyri, at umsøkjari tekur við lestrarplássinum, skal vera móttikin í seinasta lagi mánadagin 5. august 2013.
Lestrarárið á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum byrjar mánadagin 26. august 2013.
Fíggjarviðurskifti
Lesandi fáa útbúgvingarstuðul eftir reglunum hjá Studna