Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

Sjúkrarøktarfrøðideildin fer nú undir seinastu upptøku til ískoytisútbúgvingina.

Ískoytisútbúgving fyri sjúkrarøktarfrøðingar og onnur við heilsufakligari miðallangari framhaldsútbúving, útbúgvin eftir eldri lógum.

04.09.2017 - 15.12.2017 Skrivað hevur: Súsanna M. Mortensen

Tilmeldingarfreist: 14.08.2017

Sjúkrarøktarfrøðideildin fer nú undir seinastu upptøku til ískoytisútbúgvingina.

2017
Skeið í vísindaástøði og granskingarháttalagi 10 ECTS verður boðið út í heyst. Umsóknarbløð eru at finna her kemur seinni

Skeiðið í vísindaástøði er lagt soleiðis til rættis:
Undirvísingardagarnir eru:
Vika 36 – 4. til 8. september
Vika 38 – 21. og 22. september
Vika 40 – 5. og 6. oktober
Vika 42 – 19. og 20. oktober
Vika 44 – 2. og 3. november
Vika 46 – 16. og 17. november
Vika 48 – 30. november og 1. desember

Próvtøku uppgávan skal latast inn fríggjadagin 15. desember 2017
Undirvísingarskrá verður løgd á heimasíðuna í vár

Prísur fyri skeiðið er 5.000 kr.

2018
Skeið í kliniskari vegleiðing verður boðin út um várið og bachelorritgerðin um heystið. Nærri lýsing verður løgd út á heimasíðuna í ár.


Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult