Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS

Føroyskur Kommunurættur

13.08.2012Skrivað hevur: Kári á Rógvi

Skeiðsnummar: 2421.12

ECTS námsstig: Master. Stakskeið. Gjaldsskeið.

Prísur: kr. 5.500

Umsóknarfreist: 13. august 2012. Tikið verður tó upp so leingi pláss er.

Umsóknarblað: tak niður her

Fortreytir: Tey lesandi skulu hava akademiska útbúgving á minst grundstigi (bachelor) við nóg mikið av løgfrøði ella javnmettum fakum, t.d. Grundskeiði í lóg ella líknandi.

Stig: 10 ECTS

Ábyrgdari: Poula Árnadóttir Lervig fulltrúi, avloysandi seturslærari

Heiti: Føroyskur Kommunurættur Faroese Municipal Law.

Endamál: At veita innlit í føroyskan kommunurætt, herundir reglur og mannagongdir um skipan og virki hjá kommunustýrinum, óskrivaða rættin um kommunufulltrúina og landsins eftirlit við kommununum, umframt serligu føroysku fyritreytir fyri kommunurætti í víðari merking, sum hava týdning fyri heimildir, tulking og rættindi í mongum høpi.

Innihald: Kommunrættur verður lýstur út frá ymsum heimildarreglur og formligum krøvum, ásetingar í stýrisskipan, kommunulóg, fyrisitingarlóg og fleiri øðrum eins og óskrivaður rættur sum kommunufulltrúin verða greinaði í ljósinum av bókmentum og venju hjá kommunum, eftirliti, kærumyndugleikum og dómstólum.

Læru og undirvísingarhættir: Skeiðið er 36 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar, kjak og uppgávuskriving. Nógvur sjálvlestur krevst.

Próvtøkuháttur: Skrivlig heimauppgáva ið telur 1/3 og munnlig próvtøka ið telur 2/3. Heimauppgávan skal vera lýsing og greining av týðandi evni fyri gransking og fatan føroyskum kommunurætti eftir uppskoti og góðkenning lærarans. Lesandi fær hálvan tíma til fyrireiking og hevur loyvi at hava pensum og annað tilfar frá undirvísingini við í fyrireikingarhølið. Próvtøkuspurningurin er um eitt ávíst evni í pensum. Uttanseturs próvdøming eftir galdandi próvtalsstiga. Atgongd til munnligu próvtøkuna er treytað av, at latin er inn skrivlig uppgáva.

Læruúrtøka: Málið er, at tey lesandi verða før fyri at:

  • Leita fram, meta um og bera fram próvgrundir við støði í teimum kommnalrættarligu rættarkeldunum og greiða frá, hvussu føroyskarkommunur eru skipaðar og hvørjar uppgávur tær hava.
  • Umrøða og meta um ásetingarnar um kommunur í stjórnarskipan (stýrisskipan og grundlóg), hvønn týdning kommunalfulltrúin hevur, og gjøgnum dømi taka støðu til hvussu hesar grundreglur virka.
  • Meta um og bera fram próvgrundir við støði kommunustýrislógini um kommunala stýrislagið.
  • Greiða frá, greina og meta um heimildarreglur í serligum heimildarlógum, har kommunur fremja politikkin hjá landinum og eru undirgivnar kæru.
    Greina og umrøða ásetingar og grundreglur í fyrisitingarlóg og hvussu hesar leggja karmar um kommunalt virksemi á ávikavist serliga heimilaðum økjum og á økinum hjá kommunalfultrúini.
  • Greina og seta í perspektiv innihaldsligu kommunalfulltrúina, hvussu hendan virkar sjálvstøðugt og partvíst á teimum økjum, har serligar heimildarásetingar eru ella formligar fyrisitingarligar avmarkingar er. -Umrøða munin millum danska og føroyska lóg og greina nær og undir hvørjum umstøðum danskar bókmentir og donsk venju eru viðkomandi í Føroyum.
  • Greina venju hjá kommunum sjálvum, kærumstovnum, eftirlitisstovnum og serliga dómstólum, hvørjar karmar hesir skapa og hvussu tulkingarrúmd og ivamál verða avgreidd og í venju.
  • Greina, hvussu tulking og venja í úrskurðum mennast dynamiskt, og serliga greina undir hvørjum umstøðum ymsar venjur eru møguligar á ymsum økjum og hjá ymsum kommnum og hvørjar fortreytir eru fyr hesum fyri praksisbroytin á økjum við rúmd fyri ymiskligart venju.
  • Leggja fram og orðað sína vitan og próvgrundir á rættan og samanhangandi hátt og við góðum málburði og góðari fatan av ymsu keldutættunum, stjórnarskipan, tinglóg, grundreglum, dómum og aðrari venju og bókmentum.

 

Tilfar: Tilfarssavn. Tilsamans umleið 500 síður eru pensum.

Skeið á Setrinum

Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult