Grundskeið í Lóg
Skeiðsnr.: 2816.12b
Navn á skeiði: Grundskeið í Lóg – (11 GíL - H2012) Basic Course in Law - (11 GiL - H2012)
Prísur: kr. 4.000
Umsóknarfreist: 13. august 2012. Tikið verður tó upp so leingi pláss er.
Umsóknarblað: tak niður her
Skeiðsevni: Bachelorskeið. Kravskeið á bachelor í stjórnmálafrøði. Valskeið á bachelor í søgu og í samfelagsvísindum. Stakskeið (gjald) ECTS námsstig.
Bachelor Fortreytir: Miðnám ella samsvarandi. Gjaldsskeið fyri uttanseturslesandi. Skeiðið er fyri fólk, ið ikki eru lógkøn. Serliga væl hóskandi sum eftirútbúgving og sum fortreyt fyri fólki við øðrum akademiskum útbúgvingum at taka masterfak í lóg.
Stig: 10 ECTS
Tíð: Heyst 2012
Ábyrgdari: Dr. Kári á Rógvi, lektari
Endamál: Tey lesandi skulu um dømi úr tinglógum, kunngerðum, dómum og øðrum lógkeldum fáa fatan av háttalagnum hjá lógkønum (juristum). Í venjingum skulu tey lesandi læra at finna og tulka lóg og fáa fatan av ávísum týðandi tættum í lóg.
Innihald: Skeiðið er skipað í tveir høvuðspartar. Í almenna partinum fáa tey lesandi innlit í, hvussu lógkøn skipa, finna, tulka, meta saman, smíða og royna lóg. Í serliga partinum fáa tey lesandi innlit í stjórnarlóg, fyrisitingarlóg, innlitslóg umframt einstøk onnur evni.
Læru og undirvísingarhættir: Skeiðið er 36 tímar. Lógkønir lærarar undirvísa. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar , uppgávur og kjak. Venjingar eru serliga í at finna lóg, umframt skriviøvilsir. Heimauppgávur eru í ávikavist almenna og serliga partinum, nógv verður gjørt burturúr lógkønum skriviførleika og at ganga ígjøgnum uppgávurnar.
Próvtøkuháttur: Skrivlig próvtøka við innanhýsis próvdøming. Skeiðstilfar er tøkt á teldu og atgongd er til net, men ikki samskifti við onnur. Betra heimauppgávan telur 1/3, próvtøkan 2/3. Til próvtøkuna skulu veljast tvær uppgávur (1/3 vekt hvør), ein úr almenna og ein úr serliga partinum.
Læruúrtøka: Tey lesandi skulu sýna innlit í:
- hvussu lóg verður skipað (hægri og lægri, tinglóg og kunngerð, innlendis og altjóða);
- hvussu tey best finna lóg í einfaldari leiting á mest kendu leitimiðum;
- hvussu vanligt háttalag er at tulka lóg (tulka, fylla út, meta);
- hvussu einfalt ber til at meta saman lóg (serliga Føroyar og Danmark, Føroyar og EMRS;
- hvussu vit smíða lóg (ans fyri álegging, heimild, reglu/standardi, formligum/innihaldsligum);
- hvussu stjórnarlóg er skipað (keldurnar SL, GL, HL, EMRS, evnini stýri, rættindi, samveldi);
- hvussu fyrisitingarlóg er skipað (serliga gegni, hoyring, grundgeving);
- hvussu innlitslóg er skipað (serliga mál, skjøl upplýsing og krav, undantak, og kortini);
- hvussu lógkøn skrivað stutt og miðvíst;
- hvussu lógkøn vísa á og sipa til viðkomandi keldur;
- hvussu lógkøn greina lóg og lýsa umstøður;
- hvussu lógkøn velja út mest viðkomandi tilfar;
- hvussu lógkøn gera greiðar niðurstøður ella taka væl samanum.
Tilfar: Bárður Larsen og Kári á Rógvi: Fyrisitingarlóg og tilfarssavn. Tilsamans umleið 350 síður eru pensum. Annað stuðlandi tilfar liggur eisini tøkt, serliga gamlar uppgávur.