Leys størv
Sjúkrarøktarfrøðiskúlin bjóðar út skeið í vísindaástøði og granskingarháttalagsfrøði
Málbólkur
Skeiðið er á bachelorstøði og øll við miðallangari heilsufakligari framhaldsútbúgving hava møguleika at søkja.
Tíð
Skeiðið er frá oktobur 2012 til februar 2013, vikurnar 40, 43, 46, 49 og 4, 7. Uppgávuskriving og próvtøka verður í viku 8 og 9
Skeiðslýsing
Skeiðið er 10 ECTS námsstig og er partur av ískoytisútbúgving til BSc í sjúkrarøktarfrøði og í komandi tvørfakligari ískoytisútbúgving til BSc í heilsu.
Skeiðið er kravd fortreyt fyri at fara undir bachelorritgerðina.
Neyvari skeiðslýsing
Sí leinkju her
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Sjúkrarøktarfrøðiskúlan, Súsanna Mortensen, skeiðsleiðara, susannam@setur.fo tlf. 292255
Próvtøka
Skeiðið endar við skrivligari uppgávu. Próvdømingin er staðið/ikki staðið
Kostnaður
Prísur fyri skeiðið er 7000 kr.
Umsókn við váttaðum avriti av prógvi fyri miðallangari heilsufakligari framhaldsútbúgving skal sendast Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya, Jónas Broncksgøta 25, FO-100 Tórshavn, í seinasta lagi 10. august 2012.
Umsóknarblað: tak niður her