Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Burðardygg samfelagsmenning í 21. øld - at stýra tí óstýriliga.

Okkara vísindaliga tilgongd

Sum felagsheiti fyri okkara granskingarstrategi, hava vit "Burðardygg samfelagsmenning í 21. øld - at stýra tí óstýriliga". Hetta valið tekur støði í tí veruleika, at allir heimurin er í eini veldugari umbroyting, eini transformasjón. Hesa tranformasjón kalla vit vanliga fyri globalisering, sum í dagligari talu merkir, at tað, ið tikið varð fyri givið í gjár, longu í dag er við at umskapast aftur. Hetta setir stórar avbjóðingar til Føroyar sum samfelag, og til søguliga og samfelagsliga gransking, ið hava til uppgávu at skipa, systematisera og endurnýggja samfelagsliga vitan. Tí yvirskriftina “at stýra tí óstýriliga”.

Søgu- og samfelagsdeildin er samansett av fakfólkum innan økonomi, samfelagsvísindi, søgu og lóg, har serligur dentur verður lagdur á tvørvísindaliga og praksisorienteraða gransking. Samstarv við aðrar mentanarstovnar og onnur fakøki innan- og uttanseturs hevur eisini stóran týdning, hetta fyri at tryggja opinleika og nýskapan í okkara arbeiði.

Vit síggja Føroyar sum okkara vísindaliga laboratorium, har tær avbjóðingar vit taka upp eru nakað vit sjálvi, aðrar smátjóðir eins væl og størri samfeløg, kunnu læra nakað av. Tí vil gransking við støði í føroyskum avbjóðingum hava okkara serliga áhuga, tað er her vit kunnu gerast serliga dungnalig, men uttan at missa týdningin av tí komparativa og samanberiliga annars.

Samband
Søgu- og samfelagsdeildin
Jónas Broncks gøta 25, 4. h
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352580
Faks: +298 352501
ssd(at)setur.fo
CMS::TypoConsult