Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Útbúgvingar á Søgu- og samfelagsdeildini.

Á Søgu- og samfelagsdeildini hava vit í  løtuni 3 bachelorútbúgvingar, eina í søgu og tvær innan samfelagsvísindi, ávikavist “sosialvísind og samfelagsplanlegging” og “politikkur og umsiting” (stjórnmálafrøði). Talan er um nýggjar útbúgvingar, har tey fyrstu lesandi verða liðug á sumri 2013.

Útbúgvingarnar eru á altjóða stigi og fylgja leistinum í europeiska Bologna-sáttmálanum. Útbúgvingarnar geva tí eisini atgongd til víðari lestur á universitetum uttanlanda.

Vilt tú vita nærri um hvat Bologna-sáttmálin er fyri nakað, so trýst her.

At lesa á Søgu- og samfelagsdeildini

Forvitni, opinleiki og kritisk tilgongd skal vera drívmegin í okkara útbúgvingartilboðum. Á SSD hava vit tí bygt upp nakrar bachelorútbúgvingar, sum byggja á ein tvørvísindaligan tematiskan leist við praktiskari orientering, har fleiri vísindaligar disiplinir innganga.

Vit hava valt hendan leistin, tí vit trúgva uppá, at hetta bæði gevur góðar fakligar førleikar, men eisini tí tað passar inn í tann kunnleikatørvin sum er á føroyska arbeiðsmarknaðinum, tvs. eftirspurningur eftir fólki, sum duga at hugsað í heildum, men samstundis megna reiðskapini og førleikarnar til analytiska dýbd. Somu dygdir hava eisini stórt virði á altjóða arbeiðsmarknaðinum.

Útbúgvingar okkara eru skipaðar soleiðis, at tvey tey fyrstu árini í stóran mun eru felags fyri øll lesandi, t.e. eitt støðisnám. Endamálið við hesum báðum fyrstu árunum er,  at geva teimum lesandi eitt grundleggjandi innlit í teori og metodu, umframt at tey læra sjálvstøðugt arbeiðslag, hetta eitt nú við stórum denti á projektarbeiði sum læruform.

Triðja árið (bachelorárið), er serstakt fyri viðkomandi útbúgving, har tey lesandi fara undir eina byrjandi spesialisering.

Stutt lýsing av innihaldinum í okkara bachelorútbúgvingum:

Upptøkukrøv og umsóknarblað

Fyri at sleppa inn at lesa á Søgu- og samfelagsdeildini krevst miðnámsprógv. Til upptøkuna í 2016 vórðu øll sum luku minstakrav, sum er gymnasielt miðnámsprógv upptikin. Eisini ber til at koma inn eftir sonevndari kvotu 2 skipan. Umsóknarbløð og nærri treytir fyri upptøku í 2017 verða kunngjørd seinni.

Samband
Søgu- og samfelagsdeildin
Jónas Broncks gøta 25, 4. h
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352580
Faks: +298 352501
ssd(at)setur.fo
CMS::TypoConsult