Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Masterútbúgvingin í útnorðurnámi, almennari fyriskipan og burðardyggari leiðslu

Í 2017 miðar Fróðskapasetur Føroya eftir at taka upp ein flokk upp á 25 lesandi á masterútbúgvingini West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management. Umsøkjarar verða raðfestir soleiðis:

  • 12 føroysk lesandi*
  • 5 norðurlendsk lesandi
  • 8 altjóða lesandi


Skuldi so verði, at ov fáir kvalifiseraðir umsøkjarar eru í einum ella fleiri av upp-tøkubólkunum, so fer Setrið at stremba eftir at seta flokkin saman í lutfallinum 4:1:2, grundað á eina meting av kvalifikatiónum hjá umsøkjarunum.

* Sum føroyskur umsøkjari ella lesandi verður roknaður danskur ríkisborgari, sum a) hevur fastan bústað í Føroyum, Danmark ella Grønlandi, ella b) hevur rætt til ferðastuðul frá Studna ella c) hevur rætt at velja á løgtingsvali. Í serligum førum kann lestrarráðið rokna ikki-danskan ríkisborgara, ið hevur serligt samband til Føroyar sum føroyskan í hesum høpi.

Umsókn um upptøku til masterútbúgvingina

Upptøkukrøv:

Fyri at søkja um upptøku, skulu umsøkjarar senda fylgjandi førleikaprógv:
 

  • Bachelorútbúgving í samfelagsfrøði; ella
  • Bachelorútbúgving við í minsta lagi 60 ECTS stigum innan samfelagsfrøðiliga økið, umframt at bacheloruppgávan er um eitt samfelagsfrøðiligt evni; ella
  • Útbúgving á samsvarandi støði umframt minst trý ár av starvsroyndum innan almenna fyriskipan ella burðardygga leiðslu í útnorðri; og


Førleikar í enskum máli,* ið samsvara við B-stig í føroyskum miðnámsskúla ella øðrum miðnámsskúla

ella
prógv fyri lokna TOEFL roynd (í minsta lagi 550 stig í pappírsroyndini ella 80 stig í internetroyndini) ella IELTS roynd (í minsta lagi 6.0).

* Umsøkjarar, ið ikki hava enskt sum móðurmál.

Other documents to be submitted with the application:

Onnur skjøl, ið skulu latast við umsóknini:

  • Ævisøga (í mesta lagið 500 orð); og
  • Lívsrensl (CV) á enskum (í mesta lagi tvær A4 síður); og
  • Avrit av passi (ið geldur fyri alt uppihaldið í Føroyum og samstarvslondunum - ikki galdandi fyri føroyskar umsøkjarar);* og
  • Viðmæli frá vegleiðara, lærara ella arbeiðsgevara, um hetta er viðkomandi (í mesta lagi tvey).


Um umsøkjarin er undir útbúgving, skal útbúgvingin verða lokin, áðrenn masterútbúgvingin byrjar mitt í august. Við umsóknini skulu vera skjøl, ið vátta, nær viðkomandi prógv ætlandi verða lokin, og skjalprógv fyri lokin prógv skulu sendast skjótast til ber.

* Nærri kunning fæst á heimasíðuni hjá Útlendingastovuni .

Lestrargjald:

Einki lestrargjald verður kravt frá føroyskum, norðurlendskum og ES/EEA-lesandi.

Lestrargjaldið fyri onnur altjóða lesandi er kr. 40.000 DKK árliga.

Gjald fyri hvørt árið skal verða Fróðskaparsetri Føroya í hendi innan 1. september. Meiri kunning verður send beinleiðis til umsøkjarar, ið eru tiknir upp til lesturin.

Fíggjarligur stuðul og studningur:

Føroysk lesandi skulu seta seg í samband við Studna, og vit ráða útlendskum lesandi at seta seg í samband við stuðulsstovnar í teirra egna landi. Setrið hevur møguleika at lata útlendskum lesandi nakað av stuðli at fíggja part av teimum meirútreiðslum, ið standast av ferðing og uppihaldi í sambandi við kravd uppihald á øðrum universitetum. Meiri kunning verður send beinleiðis til útlendskar umsøkjarar, ið eru tiknir upp til lesturin.

Umsóknir til einstøk skeið, ið vara eina lestrarhálvu

Skiftisnæmingar kunnu søkja um at taka einstøk skeið. Hvørt skeiðið hevur í mesta lagi 35 tøk pláss, tá ið innskrivað masterlesandi eru tald við. Umsøkjarar verða raðfestir soleiðis:

  1. Lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, ið lesa Masterútbúgvingina í West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management
  2. Lesandi á samstarvsstovnum, ið lesa Masterútbúgvingina í West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management
  3. Onnur masterlesandi á Fróðskaparsetri Føroya
  4. Onnur masterlesandi á norðurlendskum hægri lærustovnum
  5. Onnur masterlesandi frá ES/EBS londum
  6. Onnur masterlesandi (altjóða skiftislesandi)
Umsóknarfreist:

Allar altjóða umsóknir skulu vera Fróðskaparsetri Føroya í hendi í seinasta lagi 1. februar 2017

Allar føroyskar og norðurlendskar umsóknir skulu vera Fróðskaparsetri Føroya í hendi í seinasta lagi 1. mai 2017.

Umsóknirnar sum koma inn, verða viðgjørdar eftir tí raðfylgju, sum tær verða móttiknar í og umsøkjarar fáa svar 14 dagar eftir at Setrið hevur móttikið umsóknina.

Upptøkukrøv:

Lesandi, ið longu eru upptikin á masterútbúgvingini í útnorðurnámi, almennari fyriskipan og burðardyggari leiðslu á einum samstarvsstovni, skulu lta inn hesi skjøl:

  • Avrit av próvtølum; og
  • Umsóknarskriv/ævisøgu (í mesta lagi 500 orð); og
  • Raðfestingarlista av einstøku skeiðunum, ið søkt verður um upptøku á.


Allir aðrir umsøkjarar mugu senda fylgjandi førleikaprógv fyri at vera skikkað til upptøku á einstøkum skeiðum:

  • Bachelorútbúgving í samfelagsfrøði; ella
  • Bachelorútbúgving við minst 60 ECTS stigum í samfelagsfrøðiliga økið, umframt at bacheloruppgávan er um eitt samfelagsfrøðiligt evni; ella
  • Útbúgving á samsvarandi stigi og minst trý ár av starvsroyndum innan almenna fyriskipan ella burðardygga leiðslu í útnorðri; og
  • Førleikar í enskum máli,* ið samsvara við B-stig í føroyskum miðnámsskúla, ella prógv uppá loknað TOEFL roynd (í minsta lagi 550 stig í pappírsroyndini ella 80 stig í internetroyndini) ella IELTS roynd (í minsta lagi 6.0).

* Umsøkjarar, ið ikki hava enskt sum móðurmál

Onnur skjøl, ið skulu fylgja við umsóknini:
  • Skjalprógv fyri upptøku á masternámi*
  • Ævisøga (í mesta lagið 500 orð); og
  • Lívsrensl (CV) á enskum (í mesta lagi tvær A4 síður); og
  • Avrit av passi (ið geldur fyri alt uppihaldið í Føroyum og samstarvslondunum - ikki galdandi fyri føroyskar umsøkjarar);** og
  • Viðmæli frá vegleiðara, lærara ella arbeiðsgevara, um hetta er viðkomandi (í mesta lagi tvey).


Um umsøkjarin er undir útbúgving, skal útbúgvingin verða lokin, áðrenn masterútbúgvingin byrjar mitt í august. við umsóknini skulu vera skjøl, ið vátta, nær viðkomandi prógv ætlandi verða lokin, og próvskjøl skulu sendast skjótast til ber.

* Ikki neyðugt fyri umsøkjarar, ið søkja um ósett pláss
** Nærri kunning fæst á http://www.utlendingastovan.fo/heimasíðuni hjá Útlendingastovuni.

Lestrargjald:

Einki lestrargjald verður kravt frá føroyskum, norðurlendskum og ES/EEA-lesandi.

Lestrargjaldið fyri onnur altjóða lesandi er kr. 40.000 DKK árliga. Umsøkjarar, ið verða tiknir upp til tøk pláss, gjalda 6.500 DKK í lestrargjaldi fyri hvørt 10 ECTS-skeið.

Gjald fyri hvørt árið skal vera Fróðskaparsetri Føroya í hendi innan 1. september.

Samband
Søgu- og samfelagsdeildin
Jónas Broncks gøta 25, 4. h
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352580
Faks: +298 352501
ssd(at)setur.fo
CMS::TypoConsult