Leys størv
Upptøka til bachelorútbúgvingarnar 2012
Á Søgu og samfelagsdeildini verður tikið upp til at lesa:
Umsóknarfreistin er 2. juli 2012 á midnátt. Boð um upptøku verða send í seinasta lagi hósdagin 12. juli 2012. Játtan fyri, at umsøkjari tekur við lestrarplássinum, skal vera móttikin í seinasta lagi mánadagin 6. august 2012.
Lestrarárið á Søgu- og samfelagsdeildini byrjar mánaðarskiftið august/september 2012
Her er møguligt at taka niður umsóknarblað til upptøku 2012. Eisini er løgd út ein leiðbeining til umsóknarblaðið. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út. Umsóknarblaðið kann sendast teldutøkt til lestur(at)setur.fo sí annars nærri kunning á umsøknarblaðnum.
Grundskeið í lóg
Umsóknarfreist til upptøku á stakskeið á bachelorstigi í løgfrøði er 12. januar 2012. Boð um upptøku verða givin í seinasta lagi 18. januar
Føroysk fyrisitingarlóg
Umsóknarfreist til upptøku á masterskeið í føroysk fyrisitingarlóg er 17 mars 2012. Tikið verður tó upp, til skeiðið er fullsett