Megindeildin fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi
Megindeildin fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Útbúgvingar á Søgu og samfelagsdeildini

Á Søgu og samfelagsdeildini eru tríggjar bachelor útbúgvingar at velja ímillum, søga,
samfelagsvísindi og stjórnmálafrøði, sum hvør tekur trý ár. Á hvørjum ári skulu tey
lesandi fylgja seks skeiðum, ið hvørt sær svara til 10 ects stig, t.e. 60 ects stig um árið.
Yvir tey trý árini skulu tey lesandi sostatt samla 180 ects stig, fyri at fáa bachelorprógv. 

Útbúgvingarnar eru skipaðar soleiðis, at tvey tey fyrstu árini, støðisnámið, fyri ein stóran
part eru felags, meðan tað triðja árið er serstakt fyri viðkomandi útbúgving. Tey fyrstu
tvey árini eru skipað soleiðis, at fýra skeið eru felags, t.e. kravd á øllum útbúgvingunum,
fýra eru kravd á eini ávísari útbúgving, meðan fýra eru valfrí. Støðisnámið er sostatt sett
saman av trimum javnt stórum pørtum: eini felags kjarnu, eini fakspesifikkari kjarnu og
einum valfríum parti. Tað sæst á skeiðslýsingunum, sum liggja á heimasíðuni, hvørji skeið verða boðin út hvørt semestur, og niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir bygnaðin á trý ára bachelorútbúgvingunum, hvørji skeið eru kravd, hvørji eru felags og hvørji eru valfrí á teimum ymisku útbúgvingunum.

Á støðisnáminum verður dentur lagdur á at geva teimum lesandi grundleggjandi førleikar
í amboðsfakum, ið hava týdning fyri søgufrøði, samfelagvísindi og stjórnmálafrøði. Støðisnámið er eitt nám, sum skal geva teimum lesandi breiðar førleikar innan samfelagsfrøði yvirhøvur. 

Tað triðja árið, bachelorárið, er serstakt fyri tær ymisku útbúgvingarnar, tó so, at okkurt
skeið kann vera felags. Hetta árið, sum verður skipað kring ávís øki, endar við eini
bachelorritgerð, sum svarar til 20 ects stig, t.e. 2/3 lestrarhálva. Í ritgerðini
skulu tey lesandi prógva, at tey duga at viðgera og greina ávíst evni við støði í teimum
amboðum, sum tey hava ognað sær kunnleika í. Bachelorprógv er útbúgving í sjálvum
sær, men tað gevur eisini atgongd til víðari lestur á masterstøði í Føroyum ella uttanlands.

Støðisnámið, t.e. ár 1 og 2, og bachelorárið, t.e. ár 3, fevnir um hesi skeið og møguleikar:

Arbeitt verður við at seta masterútbúgvingar saman, sum kunnu byggjast omaná bachelorútbúgvingarnar.

Stakskeið á bachelor stigi

Til ber at taka lýstu skeiðini sum stakskeið (gjaldsskeið)
Eru pláss eftir ber til at søkja upptøku líka til skeiðsbyrjan.  
Stakskeið eru vanliga gjaldsskeið, men lesandi á Fróðskaparsetrinum og 
við samstarvsskúlar okkara aðrastaðni verða tikin inn ókeypis

sí umsóknarbløð

Krøv at koma inn á útbúgvingarnar

bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv ella samsvarandi fortreytir.

Samband
Søgu- og samfelagsdeildin
Jónas Broncks gøta 25, 4. h
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352580
Faks: +298 352501
ssd(at)setur.fo
CMS::TypoConsult