Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Lestrarupptøka

Á Fróðskaparsetrinum verða nýggj lesandi tikin inn at lesa bachelorlestur á Námsvísindadeildini, Sjúkrarøktarfrøðideildini, Søgu- og Samfelagsdeildini og á Føroyamálsdeildini á hvørjum ári. Á Náttúruvísindadeildini verður í ár tikið upp til nýggja útbúgving kallað "Orku- og umhvørvisverkfrøði". Sostatt er í 2013 møguleiki at søkja inn á minst 7 ymiskar útbúgvingar á Setrinum. Hesar verða lýstar niðanfyri.

Upptøka og umsóknarfreistir 2013

  • Umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 2 er 15. mars 2013 á midnátt.
  • Umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 1 er 1. juli 2013 á midnátt.


Boð um upptøku verða (fyri bæði kvotu 1 og 2) send í seinasta lagi mánadagin 15. juli 2013. Váttan fyri, at umsøkjari tekur við lestrarplássinum, skal vera móttikin í seinasta lagi mánadagin 5. august 2013.

Eftir ætlan byrja lesandi á Setrinum 2013 soleiðis:

  • Námsvísindadeildini mánadagin 19. august
  • Sjúkrarøktarfrøðideildini mánadagin 26. august 
  • Søgu- og samfelagsdeildini mánadagin 2. september
  • Føroyamálsdeildini mánadagin 2. september
  • Náttúruvísindadeildini mánadagin 26. august

Umsóknarblað

Her er møguligt at taka niður umsóknarblað til upptøku 2013. Eisini er løgd út ein leiðbeining til umsóknarblaðið. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út.


Umsóknir kunnu eisini sendast við telduposti til lestur(at)setur.fo

Sí annars nærri kunning á umsóknarblaðnum.

Upptøkutreytir

Kvota 1:
Upptøkutreytin til bachelorútbúgving á Fróðskaparsetrinum er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv. Harumframt eru fylgjandi krøv til hesa lærugrein:

  • Føroyskt: Bókligt miðnámsprógv við 8 í próvtali í føroyskum.


Kvota 2:

Um miðaltalið í gymnasiala miðnámspróvnum ikki er nóg gott, ella tú hevur annað javngott prógv á sama stigi ella hægri, søkir tú inn eftir kvotu 2. Her verða eisini aðrir førleikar enn gymnasialt miðnámsskúlaprógv tiknir við í metingina, sí punkt 2 í vegleiðingini. Umsøkjarin fyllir tá eisini síðu 2 og 3 út, punktini 5 til og við 11.

Hevur ein umsøkjari ikki føroyskt á miðnámsskúlastigi, verður søkt inn eftir kvotu 2. Hesir umsøkjarar skulu so upp til eina málsroynd og eftirfylgjandi samrøðu. Nærri boð verða givin um hesar royndir.

Hevur ein kvotu 2-umsøkjari nóg gott gymnasialt miðnámsskúlaprógv til at verða upptikin eftir kvotu 1, verður umsóknin flutt yvir til metingar eftir kvotu 1 fyri upptøku í 2013 (her er umsóknarfreistin 1. juli 2013).

Upp til 20% av teimum lesandi verða tikin inn eftir kvotu 2-skipanini.


 

Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult