Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

Adjunkt- ella lektarastarv í bókmentum

Eitt adjunkt- ella lektarastarv í bókmentum á Megindeildini fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi verður hervið lýst leyst at søkja. Starvið skal setast frá 01.11.2017 ella eftir avtalu.

Starvsøki
Á Føroyamálsdeildini verður granskað og undirvíst í føroyskum máli og bókmentum úr ymiskum sjónarhornum. Ætlanin við hesum starvinum er at fáa nýggjar bókmentir lýstar og greinaðar í miðla- og mentanarhøpi. Uppi í hesum eru eitt nú samskifti og skaldskapur í talgildum miðlum og bókmentasosiologisk evni. Starvið fevnir um gransking og undirvísing í  bókmentum við serligum atliti at, hvussu nýggja miðlastøðan og nýggir samskiftishættir ávirka fagrar bókmentir.

Tann, sum fær starvið, fer í høvuðsheitum at undirvísa í nýggjum bókmentum og bókmentafrøði á bachelornámi og saman við starvsfeløgum á deildini menna skeið á masternámi um bókmentir í miðla- og mentanarhøpi.

Førleikar
Adjunktstarv er 4-ára útbúgvingarstarv. Fyri at verða sett/ur í starv sum adjunktur krevst ph.d.-útbúgving ella samsvarandi granskingarførleiki. Umsøkjarar, ið hava skjalprógvað granskingarevni, og sum hava ítøkiligt orðaða ætlan um at skriva ph.d.-ritgerð, kunnu eisini søkja starvið. Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava viðkomandi kandidat- ella masterútbúgving.

Lektarastarv er fast vísindastarv.

Undirvísingarmálið er føroyskt, og umsøkjarar mugu duga eitt ella fleiri skandinavisk mál.

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir. Umsøkjarar skulu lýsa síni granskingaráhugamál, og hvussu teir hugsa at menna gransking og undirvísing á starvsøkinum.

Eisini skal yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja við, og 5 tey bestu vísindaavrikini skulu leggjast við umsóknini.

Undirvísingarroyndir verða skjalprógvaðar við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við viðmælum og eftirmetingum, um tær eru til taks.

Umsóknin og øll skjøl verða send talgilt.

Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag.

Fróðskaparsetrið tilskilar sær rætt til at seta adjunkt í starv heldur enn ein lektara, um førleikarnir hjá adjunktinum út frá eini heildarmeting hóska betur til innihaldið í og ætlanina við lýsta starvinum.


Freist
Umsóknarfreist er 18.04.2017

Umsóknir skulu sendast til umsokn[at]setur.fo

Nærri upplýsingar fáast hjá Bergi Djurhuus Hansen, dekani á Føroyamálsdeildini, bergurdh[at]setur.fo. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo


Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult