Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS

40 støddfrøðingar við Gjógv

Fróðskaparsetur Føroya er millum fyriskipararnar av norðurlendskari ráðstevnu í støddfrøði við Gjógv har 40 støddfrøðingar luttaka.
10.05.2012Gunnar Restorff
40 støddfrøðingar við Gjógv

Í døgunum 15. til 20. mai 2012 verður skipað fyri eini ráðstevnu í støddfrøði við Gjógv. Ráðstevnan, ið hevur 40 luttakarar frá universitetum í Norðurlondum, er í evninum Operatoralgebra og dynamikkur og markerar hon samstundis endan á einum trý ára longum netverki, NordForsk Research Network Operator Algebra and Dynamics. Endamálið við hesi verkætlan, ið er stuðlað av NordForsk hjá Norðurlendska ráðharraráðnum, er at formalisera og styrkja samstarvið millum norðurlendsk universitet á økinum operatoralgebra og dynamikkur, soleiðis at Norðurlond gerast millum førandi londini í hesum granskingarevni. Fíggjarliga er ráðstevnan fyrst og fremst stuðlað av NordForsk og Granskingarráðnum.

Operatoralgebra og dynamikkur

Operatoralgebra og dynamikkur eru tvey ymisk øki í reinari støddfrøði. Tey seinastu áratíggjuni hevur granskingarevnið operatoralgebra, sum tænir sum eitt grundarlag undir kvantufysikki, havt ein sera stóran vøkstur og hevur drigið nógvar framúrskarandi støddfrøðingar til sín, harímillum Fields medaljuvinnararnar Connes og Jones. Serstakliga hevur nýtslan av teknikkum og úrslitum frá operatoralgebra í dynamiskum skipanum ment seg nógv seinnu árini. Grundleggjarin av operatoralgebra, kendi vísindamaðurin John von Neumann, var sjálvur vitandi um hetta týðandi samvirkni millum operatoralgebra og dynamikk. Mótið millum hesar báðar støddfrøðigreinarnar skapar eitt samband millum tvær etableraðar, men rættiliga ymiskar vísindagreinir í støddfrøðini, ið hevur víst seg at vera vert at granska – bæði fyri operatoralgebra og fyri dynamikk.

Almennur fyrilestur

Í sambandi við hesa ráðstevnu skipar Fróðskaparsetrið fyri almennum fyrilestri í Østrøm Kristi Himmalsferðardag 17. mai kl. 19:00. Har fer Søren Eilers at røða um týdningin, sum støddfrøði hevur í undirvísingarverkinum og samfelagnum annars. Eisini verður møguleiki fyri kjaki. Søren Eilers, ið er 44 ár, er professari í støddfrøði við Københavns Universitet. Hann hevur verið instituttleiðari fyri undirvísing í støddfrøði á Københavns Universiteti og hevur verið formaður fyri Dansk Matematisk Forening, ið m.a. útgevur ritið Matilde, sum nógvir støddfrøðilærarar kenna væl. Hann er eisini kendur fyri sítt áralanga undirvísingarvirksemi serliga á fyrsta ári, har hann hevur fingið túsundvís av studentum gjøgnum Kalkulus og Lineær algebra.

Atknýtt tíðindi

Atknýtt links
Samband
Gunnar Restorff

Seinastu tiðindi

24.05.2013
Master í løgfrøði
Mentamálaráðið hevur góðkent at farið verður undir at bjóða út master í løgfrøði á...
22.05.2013
Føroyingur við á ráðstevnu um viðurskiftir hjá børnum og ungum í Grønlandi
Ráðstevnan var fyrsta tiltakið hjá einum nýstovnaðum tvørfakligum útnorður granskarabólki.
20.05.2013
Kristianna Hammer á ráðstevnu í Ìslandi
Kristianna Hammer, lektari á sjúkrarøktarfrøðideildini, luttók í seinastu viku á ráðstevnu í Íslandi...
16.05.2013
Setursdagurin 2013
Fróðskaparsetrið fyllir 48 ár 20. mai 2013. Í tí sambandi skipar Setrið fyri almennum fyrilestrum í...
15.05.2013
Gott kjak um planlegging
Planleggin má til og útgangsstøðið er, at vit vita hvagar leiðin gongur. Tað var ein av...
Fleiri tiðindi...
Vísir 1 til 10 av 895
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult