Megindeildin fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi
Megindeildin fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS

Altjóða Masterskeið í Nóatúni

Nóatún er hesar vikurnar karmur um part av Norðurlendsku MARECLIM útbúgvingina. MARECLIM er ein tvey ára altjóða master útbúgving, sum verður boðin av unversitetunum í Bergen, Íslandi, Aarhus og Føroyum í felag.
02.09.2010Náttúruvísindadeildin, Knud Simonsen
Altjóða Masterskeið í Nóatúni
Altjóða Masterskeið í Nóatúni

MARECLIM er ein stytt útgáva av "The Joint Nordic Master Programme in Marine Ecosystems and Climate", sum er heitið á einum altjóða lestrartilboði til tey, ið hava eina Bachelor útbúgving í lívfrøði ella fysiskari havfrøði við førleika og áhuga til at loysa tvørfakligar havfrøðiligar uppgávur. Fyrsta holdið byrjaði í fjør, - og tað eru tey, sum nú eru í Føroyum, og í hesum døgum byrjar næsta holdið uppá útbúgvingina í Bergen. Tey lesandi eru úr ymsum londum í Europa og úr USA .Umframt MARECLIM-lesandi, so fylgja eisini PhD-lesandi í Nóatúni skeiðinum.


Altjóða undirvísara til altjóða lesandi
Høvuðsábyrgdina av skeiðinum hevur Bogi Hansen, havfrøðingur á Havstovuni og adjungeraður professari á Fróðskaparsetrinum. Hinir undirvísaranir eru Hjálmar Hátún og Karin Margretha H. Larsen, ið bæði starvast á Havstovuni og eru adjungeraðir lektarar á Náttúruvísindadeildini, Steingrimur Jónsson, sum starvast á Íslensku Havstovuni og Universitetinum á Akureyri,  Corinna Schrum, professari í havfrøði á Universitetinum í Bergen og Till S. Jacobsen, ið er Post. Doc. settur í  einari samstarvsverkætlan millum Havstovuna og donsku veðurstovuna DMI. Eitt stýri við umboðum frá luttakandi universitetunum samskipar útbúgvingina. Corinna Schrum, professari, er forkvinna og Knud Simonsen, lektari, umboðar Fróðskaparsetrið.

Skraddaraseymað útbúgvingartilboð til Norðurhøv
Havið hevur altíð havt, og hevur framvegis, stóran búskaparligan týdning fyri londini kring Norðurhøv. Fiskivinna og skipaferðsla eru aldargamlar vinnur, og seinnu árini hava oljuvinnan og ferðamannavinnan givið vaksandi íkast til búskapin í økinum. Ein onnur avbjóðing, sum alt fleiri eru farin í holt við, er at gagnnýta havið sum orkukeldu. Her er talan um frálanda vindmyllur og verk til at vinna orku úr aldu og sjóvarfalsráki. Gagnnýtsla av ríkidøminum í havinum, hevur við sær eina ábyrgd  til at umsita hetta tilfeingið burðardygt, og tað gerst bert við grundarlagi í hollari vitan.


Nógv havgransking er farin fram, men sjálvt um tað er prógvað, at tað eru klárir samanhangir millum umhvørvið og lívið í sjónum, so hevur tað innan gransking og undirvísing verið lítið av tvørfakligum virksemi millum fysiska havfrøði og lívfrøði. Broytingar í veðurlagnum, økt dálking og vaksandi gagnnýtsla av tilfanginum í havinum reisa eina rúgvu av tvørfakligum spurningum, sum krevur fólk við tvørfakligum førleikum innan havfrøði. Áleikandi makrelspurningurin í Norðurhøvum er bert ein av teimum. MARECLIM-útbúgvingin er ment til at nøkta henda tørvin innan vinnu, gransking og umsiting.

Norðurlendskt útbúgvingarsamstarv
Útbúgvingin er skipað soleiðis, at tað fyrsta hálva árið eru tey lesandi í Bergen, men seinni í útbúgvingini eru serlig kravd skeið, sum eru í Íslandi, Århus og í Føroyum. Hini skeiðini kunnu tey lesandi taka við eitt ella fleiri av luttakandi universitetunum. Akkurát hvørji skeiðini verða, veldst um bakgrundina hjá teimum lesandi og verða tey vald í samráð við lestrarvegleiðara. Fyri lesandi við lívfrøðiligari bakgrund verður kravt, at tey styrkja sínar førleikar innan fysiska havfrøði, og hinvegin, fyri lesandi við førleikum innan fysikk og støddfrøði verður kravt, at tey styrkja lívfrøðiligu kunnleikar sínar, samstundis sum tey økja um sínar førleikar innan teirra høvuðsgrein.
Tilsamans er eitt heilt ár sett av til at arbeiða við masteruppgávuni. Byrjað verður longu í aðru lestrarhálvuni. Minst tveir leiðbeinarar, sum hava hvør sína høvuðsgrein, t.v.s. ein lívfrøðingur og ein fysiskur havfrøðingur, verða knýttir at hvørjum studenti. Hetta verður gjørt fyri at tryggja eina tvørfakliga ráðgeving, og fyri at geva teimum lesandi ein áhugaverdan leiklut í einum virknum norðurlendskum netverki innan altjóða gransking.


Norðurlandaráðið stuðlaði
Norðurlandaráðið veitti fíggjarligan stuðul til fyrireikingarnar av hesum felags norðurlendska útbúgvingartilboðnum. Upprunaliga bjóðaðu 42 samtøk seg fram at gera nýggj útbúgvingartilboð. Norðurlandaráðið valdi at stuðla 6 av teimum, harímillum MARECLIM-útbúgvingina. Nú útbúgvingin er í gongd, bera luttakandi universitetini útreiðslurnar av skeiðunum, og stuðul verður veittur úr ymsum grunnum til ferðaútreiðslurnar hjá teimum lesandi, og undirvísaranum uttaneftir.

Seinastu tiðindi

20.05.2012
Áminning til lesandi uttanlands um aktivering av p-tølum.
Avgreiðslurnar hjá TAKS steingja í tvær vikur í summar, frá 23. juli til 3. august. Tí er...
19.05.2012
Áminning til lesandi uttanlands um aktivering av p-tølum.
Avgreiðslurnar hjá TAKS steingja í tvær vikur í summar, frá 23. juli til 3. august. Tí er...
16.05.2012
Vilhelmine Christine Himmeline
Hví hevur ein genta, fødd á Viðareiði 28. mai í 1840, fingið navnið Vilhelmine Christine Himmeline? ...
14.05.2012
Støddfrøði í 21. øld
Kristi himmalsferðardag 17. mai kl. 19:00 skipar Fróðskaparsetur Føroya fyri almennum fyrilestri um...
14.05.2012
Fólk við serligum avbjóðingum
Tað politiskt rætta málið snýr seg serliga um fólk, sum víkja frá meirilutanum, tað kunnu vera ...
Fleiri tiðindi...
Vísir 1 til 10 av 651
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult