Leys størv
Anton Petersen fær gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum 2012
Mentamálaráðharrin, Bjørn Kalsø, handar unga evnaríka filmsleikstjóranum góðugóðsið á hátíðarhaldi sunnudagin 12. februar klokkan 15 í Østrøms fabrikk á Skálatrøð. Gávugóðsið verður givið ungum listafólki, sum hevur víst hegni og hug at útbúgva seg.
Anton Petersen gongur á kenda filmslistaskúlanum FAMU í Prag. Anton er 27 ár og er ein av teimum mongu ungu, sum hava havt sína dagligu gongd á filmsverkstaðnum Klippfisk.
Skráin fyri hátíðarhaldið er hendan:
- Sigurð í Jákupsstovu, rektari, bjóðar vælkomin
- Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, handar gávugóðs.
- Inger Smærup Sørensen hugleiðir um avbjóðingarnar listin hevur í dag.
- Anton Petersen framber brot frá sínum verkum
Tiltakið er alment og boðið verður eisini til lítið ábit.
Í nevndini fyri grunnin sita Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, sum er formaður, Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags og Oddfríður M. Rasmussen, formaður í Listasambandi Føroya. Øll eru hjartaliga vælkomin.
