Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS

Arbeiðsmarknaðarkanning: "Førleikamenning og arbeiðsmegi – tørvurin hjá føroyskum fyritøkum"

Seinastu tvey árini er talið av arbeiðsleysum í Føroyum vaksið nógv, og kom í november í fjør upp á umleið 1.700 fulltíðararbeiðsleys, ella fýra ferðir so nógv sum í november 2008.
29.03.2012Dennis Holm
Arbeiðsmarknaðarkanning: "Førleikamenning og arbeiðsmegi – tørvurin hjá føroyskum fyritøkum"

Fyri at fáa betri innlit í viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum og fyri at tryggja, at førleikamenningin hjá Arbeiðsloysisskipanini er í trá við tørvin á arbeiðsmarknaðinum, hava ALS og Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning gjørt kanning av, hvør tørvur er á arbeiðsfólki, og hvørjar førleikar hjá arbeiðsfólki vinnuni tørvar.

Kanningin varð gjørd á heysti 2011 millum fyritøkur, sum eru limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Ætla at seta fleiri fólk í starv
Sambært kanningini ætla nógvar fyritøkur komandi árini at seta fleiri fólk í starv.

Orsøkirnar til hetta eru fleiri. Ein orsøk er, at ein partur av arbeiðsfólkunum fara frá vegna aldur. Ein onnur er, at fyritøkurnar komandi árini hava ætlanir um at vaksa um umsetningin, og hetta krevur fleiri arbeiðsfólk. Nógvar fyritøkur hava eisini ætlanir um at menna nýggjar vørur og at sleppa inn á nýggjar marknaðir – og hetta krevur eisini fleiri arbeiðsfólk.

Kanningin vísir eisini greitt, at føroysku fyritøkurnar hava tørv á útbúnum fólki við serligum førleikum.

Hava tørv á førleikamennandi skeiðum
Umframt tørv á arbeiðsfólki, so varð í kanningini spurt, um fyritøkurnar hava tørv á skeiðum, eftirútbúgving og førleikamenning. Har er niðurstøðan rættiliga greið: Flestu fyritøkur í kanningini siga seg hava tørv á førleikamennandi skeiðum.

Ein trupulleiki tykist tó vera, at fyritøkurnar bert í ávísan mun vita, hvørji skeiðstilboð eru í Føroyum; umframt at tey skeiðstilboð, sum eru, bert lutvíst eru nøktandi fyri fyritøkurnar.

Hóast fyritøkurnar siga seg hava tørv á skeiðum, so er tað tó rættiliga ymiskt, hvussu fyritøkur veruliga raðfesta førleikamenning. Bert helvtin av fyritøkunum senda fólk á førleikamennandi skeið eina ella fleiri ferðir um árið. Hartil hevur ein munandi partur av fyritøkunum ikki sett pening av á fíggjarætlanini til førleikamenning av arbeiðsfólkunum.

Nýggj vitan og styrkt grundarlag
Kanningin gevur nýggja vitan um partar av føroyska arbeiðsmarknaðinum, tá umræður tørvin á arbeiðsfólkum og tørvin á førleikamenning og hvussu førleikamenning verður raðfest. Eisini gevur kanningin eina mynd av, hvørjar vónir fyritøkur hava til framtíðina, bæði tá ræður um ætlanir at vaksa um umsetningin og at vaksa um talið av arbeiðsfólkum, og tá umræður ætlanum at menna nýggjar vørur og røkka inn á nýggjar marknaðir.

Hjá ALS er kanningin eitt gott amboð í skipanini av virkseminum. Føroyskar fyritøkur skulu komandi árini seta nógv nýggj fólk í starv, og við tí vitanini um, hvat slag av førleikum, tørvur er á, sum henda kanningin gevur, kann ALS neyvari leggja førleikamennandi virksemið til rættis og harvið vera við til at tryggja fyritøkum starvsfólk við røttu førleikunum.

Um kanningina
Kanningin varð gjørd millum fyritøkur, sum eru limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum umvegis teldupost fingu møguleikan at taka lut í einari spurnarblaðskanning. 109 fyritøkur luttóku í kanningini, sum Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning á Fróðskaparsetri Føroya gjørdi í samstarvi við ALS.

Við í kanningini luttóku fyritøkur av flest øllum sløgum, undantikið fyritøkur innan landbúnað, og húsarhaldstænastur. Fyritøkurnar í kanningini høvdu tilsamans góð 2.600 fólk í arbeiði. Fyritøkur innan fiskiskap, umframt lands- og kommunalir stovnar, luttóku ikki í kanningini.

Kanningin kann takast niður í pdf-formati her.

Seinastu tiðindi

12.04.2013
Diabetes typa 2 rakar líka hart í Føroyum
Fitt av fólki hevði leitað sær oman á Østrøm hóskvøldið til Seturskjakið, har evnið var “Diabetes...
12.04.2013
Diplom í almannafyrisiting
Í vár verða fyrstu diplomini í almannafyrisiting handaði á Fróðskaparsetrinum.
11.04.2013
Vælkomin Hermann
Søgu- og Samfelagsdeildin hevur fingið ein nýggjan granskara. Vit bjóða Hermanni Oskarssyni...
10.04.2013
Ólafi Halldórssyni til minnis
Hósdagin 4. apríl andaðist íslendingurin Ólafur Halldórsson handritaserfrøðingur 92 ára gamal
10.04.2013
Master í løgfrøði
Fróðskaparsetrið hevur biðið Mentamálaráðið góðkenna, at farið verður undir at bjóða út master í...
Fleiri tiðindi...
Vísir 51 til 60 av 894
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult