Megindeildin fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi
Megindeildin fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS

Føroyskt við í stórum dialektsavni

Dátugrunnur kollveltandi møguleikar fyri málgransking. Fyri fyrstu ferð ber til at hoyra og síggja um leið 2,7 milliardir orð frá meira enn 200 ymsum dialektum á netinum
Føroyskt við í stórum dialektsavni

Føroyskar dialektir eru partur av einum stórum talgildum dialektsavni, sum í november varð lagt út á alnetið. Savnið eitur Nordisk dialektkorpus og er úrslit av norðurlendsku samstarvsverkætlanini Nordisk dialektsyntaks. Tekstlaboratoriet við universitetið í Oslo saman við universitetunum í Tróndheimi og Tromsø hevur staðið fyri arbeiðinum.

Nordisk dialektkorpus er eitt talumálssavn við norskum, svenskum, donskum, føroyskum, íslendskum og elvdalskum dialektum. Savnið fevnir um ljóð- og sjónbandsupptøkur av samrøðum og hevur harafturat avskriftir av hvørjum upptøkubroti knýttar at sær. Upptøkurnar eru bæði nýggjar og gamlar.

Fyri fyrst er savnið avmarkað til áhugaðar granskarar, men seinni er ætlanin at koma við einari partvíst opnari útgávu, sum er ætlað almenninginum. Savnið verður vónandi ein fongur hjá bæði studentum og granskarum, ið á ymsan hátt gera kanningar í norðurlandamálum ella í onkrum einstøkum teirra.

Higartil hevur dialektgransking nógv savnað seg um einstøk orð, men hetta talumálssavn skjalfestir eisini aðrar síður av málinum, eitt nú viðvíkjandi setningsbygging. Nú kunnu granskarar t.d. leita í dátugrunninum og finna líkskapir og munir í setningsbygnaðinum í dialektunum. Eitt norskt dømi er munur í orðarað. Í Tromsø siga fólk t.d. ”kor du bor?” (”hvar tú býrt?”), meðan fólk í Oslo siga ”hvor bor du?” (”hvar býrt tú?”). Møguleikin at bera saman dialektir tvørtur um landamørk fer eisini at kunna geva nýggjan kunnleika um norðurlandamálini og eitt nú at vera til gagns fyri málgranskingarøki sum setningafrøði, bendingarfrøði, ljóðfrøði, merkingarfrøði, málnýtslu og samfelagsmálfrøði.  

Føroyska tilfarið
Í august 2008 skipaðu fólk av Føroyamálsdeildini saman við norðurlendskum starvsfeløgum fyri málfrøðiligari ráðstevnu og í framhaldi av tí varð skipað fyri málsligari innsavningarferð kring landið. Vitjað varð í Fuglafirði, Klaksvík, Tórshavn og á Sandi og Tvøroyri. Granskarar fingu í hesum sambandi savnað ein hóp av virðismiklum málsligum tilfari, eitt nú við at lata fólk svara upp á spurnabløð og við sjónbandsupptøkum av samrøðum. Í hesum upptøkum eru atlit tikin at spjaðing í m.a. aldri og kyni. Tað er partur av hesum tilfari, sum nú er innlimaður í hetta stóra norðurlendska dialektsavn.

Alskyns leitimøguleikar
Savnið er knýtt at einum dátugrunni og tað gevur alskyns møguleikar at leita, eitt nú eftir ávísum orði ella orðum, ávísum orðaflokkum ella eini samanseting av teimum. Leitiúrslit kunnu eisini avmyndast á kortum ella í talvum og strikumyndum. Leitast kann eisini við støði í m.a. aldri, kyni, stað ella landi.   

Atknýtt links

Seinastu tiðindi

20.05.2012
Áminning til lesandi uttanlands um aktivering av p-tølum.
Avgreiðslurnar hjá TAKS steingja í tvær vikur í summar, frá 23. juli til 3. august. Tí er...
19.05.2012
Áminning til lesandi uttanlands um aktivering av p-tølum.
Avgreiðslurnar hjá TAKS steingja í tvær vikur í summar, frá 23. juli til 3. august. Tí er...
16.05.2012
Vilhelmine Christine Himmeline
Hví hevur ein genta, fødd á Viðareiði 28. mai í 1840, fingið navnið Vilhelmine Christine Himmeline? ...
14.05.2012
Støddfrøði í 21. øld
Kristi himmalsferðardag 17. mai kl. 19:00 skipar Fróðskaparsetur Føroya fyri almennum fyrilestri um...
14.05.2012
Fólk við serligum avbjóðingum
Tað politiskt rætta málið snýr seg serliga um fólk, sum víkja frá meirilutanum, tað kunnu vera ...
Fleiri tiðindi...
Vísir 1 til 10 av 651
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult