Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS

Frá ráðstevnu um “New Nordic Food” í Íslandi

Frásøgn frá ráðstevnu í Íslandi um “New Nordic Food”, sum er ein ráðstevna um Norðurlendska matmentan og hvussu vit stuðla undir framleiðslu av lokalum mati í okkara øki.
12.04.2012Olga Biskopstø
Frá ráðstevnu um “New Nordic Food” í Íslandi

Í døgunum 21. og  22. mars var áhugaverd ráðstevna nevnd SME´s and Nordic Food Competense Centres, hildin í hølunum hjá MATÍS í Reykjavík.

Luttakarar vóru: Matís, Ísland. Eldrimner, Svøríki. Nofima, Norra. Food Development Cluster Programme, Finland. Univesitetið Turku í Finnlandi. Grønt Center í Danmark. The Taste of Denmark, Bornholm Danmark. Agro Tech, Danmark. Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning og Útoyggjafelagið, Føroyar.

Olga Biskopstø er vegna Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning og Útoyggjafelagið við í verkætlanini. Gutti Winther, køksleiðari og matambassadørur fyri Føroyar luttók eisini vegna Føroyar.

Málið við ráðstevnuni var, at savna umboð fyri stovnar, ið veita ráðgeving og stuðul til íverksetarar og smáar matvøru framleiðara í Norðuratlantiska økinum. Hetta fyri at fáa íblástur og kjak um, hvussu vit í felag kunnu styrkja norðurlendska mat mentan ígjøgnum New Nordic Food verkætlanina, við m.a. samstarvi og netverkan. Tiltakið var skipað við framløgum frá øllum luttakandi londunum, ið lýstu teirra umstøður.

Stutt lýsing av umstøðunum í okkara grannalondum
Í øllum okkara grannalondum eru sokallað vitarnar/menningar deplar, har íverksetarar umframt smáir og miðalstórir framleiðarar kunnu fáa eina røð av tænastum innan mat framleiðslu, alt frá atgongd til hølir at gera praktiskar royndir í, útveksling av royndum, til skeið, fakliga ráðgeving, kunningar tiltøk, netverkan o.a. Alt fyri at gera tað lættari at koma í gongd við nýtt virksemi og gera tað gjørligt hjá smáum og miðalstórum virkjum at mennast.

Í Norra eru fimm slíkir vitarnardeplar, teir vera fyriskipaðir av Norfima og stuðlaðir av Innovation Norge. Í Íslandi er tríggir stovnar, fyriskipaðir av Matís í samstarvið við lokalar myndugleikar og stuðlaðir av ymiskum fyritøkum. Í Finnlandi er talan um Food Development Competence Cluster, ið er partur av tí nationala: Center of Expertise Programme, við fimm at knýttum mat menningar deplum kring landi. Í Finnlandi eru umframt hetta, tiltøk, ið stuðla mat framleiðarum, í øllum landspørtum, fyriskipa av: Food-Finnland.
Í Svøríki eru fleiri smáir deplar kring landið, við omanfyri nevnda endamálið. Ein av hesum er ”Eldrimner” í Østersund, Svøríki, ið vann heitið sum Unesco City of gastronomy 2011. Eldrimner er ein vitarnar/menningardepil, sum í fleiri ár hevur stuðla smáum framleiðarum at koma í gongd, og úrslitið er í dag at fleiri enn 1000 tiltøk eru virkin kring alt landið. Í Danmark eru eisini fleiri stovnar, ið veita kunning og ráðgeving til íverksetarar, smáar og miðalstórar mat framleiðarar.

Meira kunning og atgongd til framløgurnar, sum vóru á ráðstevnuni kann fáast her:
http://www.matis.is/flytival/heilnaemi-oryggi/workshop---new-nordic-food/


Ny Nordisk Mad - Nordisk Ministerråd, Ved Stranden 18, 1061 København K - mg(at)nynordiskmat.org

Seinastu tiðindi

20.05.2013
Kristianna Hammer á ráðstevnu í Ìslandi
Kristianna Hammer, lektari á sjúkrarøktarfrøðideildini, luttók í seinastu viku á ráðstevnu í Íslandi...
16.05.2013
Setursdagurin 2013
Fróðskaparsetrið fyllir 48 ár 20. mai 2013. Í tí sambandi skipar Setrið fyri almennum fyrilestrum í...
15.05.2013
Gott kjak um planlegging
Planleggin má til og útgangsstøðið er, at vit vita hvagar leiðin gongur. Tað var ein av...
15.05.2013
Ráðstevna um lívfrøðiligt margfeldi og burðardygga lendisnýtslu
Fróðskaparsetur Føroya, Søvn Landsins Náttúrugripasavnið og Búnaðarstovan skipa fyri ráðstevnu um...
14.05.2013
Seturskjak - “Planlegging – fyri hvønn og hví?"
Í kvøld týskvøldið 14. mai kl. 19.30 bjóðar Fróðskaparsetur Føroya til Seturskjak á Østrøm við...
Fleiri tiðindi...
Vísir 1 til 10 av 893
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult