Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

Fróðskaparsetur Føroya á odda fyri stórari vísindaligari kanning um enskar Premier League-fótbóltsspælarar

Grein eftir Magna Mohr, Dan Fransson og Peter Krustrup um, hvussu leikarar í ensku Premier League-leikarar brúka orku undir dysti, er almannakunngjørd í dag
Lee Cattermole, Sunderland. Myndin kundi bent á, at tað hevur verið ov stutt millum tíðarbilini við hørðum arbeiðiLee Cattermole, Sunderland. Myndin kundi bent á, at tað hevur verið ov stutt millum tíðarbilini við hørðum arbeiði
Magni Mohr, lektari á Fróðskaparsetri FøroyaMagni Mohr, lektari á Fróðskaparsetri Føroya
Magni Mohr sigur, at útgerðin til at skráseta og greina einstaklingaavrik á vølli er vorðin alt betri og betri. Útgerðin er dýr, so enn eru tað bert feløg í teimum stóru kappingunum, sum hava hana, og so nøkur fá feløg í teimum smærru kappingunumMagni Mohr sigur, at útgerðin til at skráseta og greina einstaklingaavrik á vølli er vorðin alt betri og betri. Útgerðin er dýr, so enn eru tað bert feløg í teimum stóru kappingunum, sum hava hana, og so nøkur fá feløg í teimum smærru kappingunum
Klaksvíkingar hava spælt nærdystarsterka Páll Klettskarð við stuttum millumbilum. Nýggja kanningin talar helst fyri, at toppskjúttin eigur at fáa meiri hvíld millum løturnar, tá ið hann skal arbeiða hartKlaksvíkingar hava spælt nærdystarsterka Páll Klettskarð við stuttum millumbilum. Nýggja kanningin talar helst fyri, at toppskjúttin eigur at fáa meiri hvíld millum løturnar, tá ið hann skal arbeiða hart

Í dag varð nýggj vísindalig grein almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum Science and Medicine in Football, sum er spildurnýtt sertíðarrit hjá kenda tíðarritinum Journal of Sport Sciences. Tað er Magni Mohr, lektari á Setrinum, sum er oddamaður í kanningini, sum er framd í samstarvi við Gøteborgs Universitet og Syddansk Universitet.

Magni Mohr hevur haft ábyrgd av verkætlanini, sum er framd saman við ph.d.-lesandi á Gøteborgs Universitet, Dan Fransson, og professara á Syddansk Universitet, Peter Krustrup.

Fylgt øllum leikarum, greinað 473
Kanningin er ein umfatandi og neyv greining rennimynstrum hjá 473 fótbóltsleikarum í ensku Premier League (PL), og talan er um mest nágreiniligu vísindaligu kanning av hesum slag higartil. Dáturnar vóru innsavnaðar í eitt trý ára tíðarskeið av øllum leikarum í ensku Premier League.

- Verkætlanin hevur verið í gongd seinastu fimm árini, og bara sjálv dátuviðgerðin hevur tikið meira enn eitt ár, sigur Magni Mohr, verkætlanarleiðari.

Kanningin er hugsavnað um tey mest krevjandi tíðarbilini í fótbóltsdystunum hjá einstaka leikaranum, t.v.s. tey stuttu tíðarbilinum, tá ið einstaki leikarin arbeiðir allar harðast.

Fimm minuttir um at koma fyri seg eftir hart arbeiði
Víst verður m.a. á, at aftaná tey harðastu 1 og 2-minutt tíðarbilini í dystunum vísa leikararnir týðulig tekin uppá møði sum varir í minst 5 minuttir. Við øðrum orðum er úrvalsfótbóltur í dag á allarhægsta stigi eyðkendur av, at leikararnir arbeiða sera hart í 1-2 minuttir og síðani koma hvíldarinterval á umleið 5 minuttir, har runnið verður við munandi lægri ferð, áðrenn einstaki leikararin aftur er úthvíldur og klárur at fremja nýtt líknandi arbeiðsinterval.

- Hetta fyribrigdið verður nevnt ‘temporary fatigue’ ella ‘fyribils møði’, og hugtakið varð fyri fyrstu ferð lýst í kanning hjá okkum í 2003, sigur Magni Mohr, ið greiðir frá, at júst henda greinin frá 2003 er mest endurgivna fótbóltskanning nakrantíð í vísindaligum greinum og hevur fleiri enn 1000 endurgevingar (sokallað citations).

Flytur okkara uppfatan av fótbóltsspælinum
- Seinastu nógvu árini hava vit arbeitt víðari við at greina hetta hugtakið fysiologiskt, og nýggja kanningin flytur okkara fatan av fótbóltsspælinum munandi víðari, sigur Magni Mohr, ið væntar, at júst henda nýggja kanningin fer at fáa stóra umrøðu uttanlands.

Kanningin lýsir eisini, hvat hendir í teimum mest intensu tíðarbilunum í einum fótbóltsdysti á hægsta stigi, og hetta gevur fótbóltsvenjarum týdningarmikla vitan, tá ið tað kemur til at leggja venjing til rættis.

Í kanningini verður eisini víst á, at leikarar á øllum plássum vísa hesi møðiseyðkenni (fyribils møði), hóast munir vóru ímillum leikarar við ymiskum taktiskum leiklutum. T.d. kann nevnast, at miðverjuleikarar uppliva í minni mun hetta slagið av møði enn leikarar á øðrum plássum. Sjálvt eykaleikarar, sum verða skiftir inn í seinna hálvleiki, gerast fyribils móðir eftir hesi sera hørðu 1-2 minutts tíðarbil, sum krevja umleið 5 minuttir av hvíldartíð, áðrenn einstaki leikarin aftur er klárur at avrika optimalt kropsliga.

Nýggj vitan kann verða hent amboð
Kanningin vísir eisini stórar individuellar munir ímillum rennnimynstur og møðismynstur hjá enskum Premier League leikarunum.

- At lýsa arbeiðskrøvini hjá einstøkum leikarum og serstøkum leikaratypum er heilt grundleggjandi fyri at kunna leggja til rættis venjing, ið er serstøk fyri hvønn spælara sær, sigur Magni Mohr.

Magni Mohr hevur í fleiri umførum seinastu 20 árini arbeitt fyri fótbóltslið á hægsta altjóða stigi, og hjá hesum liðum hevur einstaklingagrundað kropslig venjing verið fastur táttur av venjingarætlanini.

Nýggja kanningin á Fróðskaparsetri Føroya gevur altjóða fótbóltsvenjarum nýggja og týðandi vitan til betri at fremja kropsliga venjing, sum fær leikarar at avrika betur í teimum mest krevjandi og avgerandi tíðarbilunum í fótbóltsdystum.

Greinin kann lesast HER.
Samband: Magni Mohr, 292270, magnim@setur.fo

Samband
Magni Mohr

Seinastu tiðindi

24.01.2017
VITSKA: Too Good To Go – minka um matoyðsl
Í kvøld, týskvøldið 24. januar kl. 19:30, halda vinnararnir av Umhvørvisviðursløn Norðurlandsráðsins...
23.01.2017
Stakgreinalestur á Setrinum
Nú ber til at søkja um upptøku í stakgreinalestri á Setrinum
23.01.2017
Professari í orkuverkfrøði
Nýsetti Hans Georg Beyer hevur drúgvar fakligar royndir úr fleiri londum
16.01.2017
MA-fyrilestur á Føroyamálsdeildini
Fríggjadagin 20. januar kl. 14 heldur Lydia Didriksen MA-fyrilestur í Loftsstovuni á...
13.01.2017
Firouz Gaini hevur grein í nýggjastu útgávuni av 'Electronic Journal of Contemporary Japanese Studies' (ejcjs).
Greinin hevur heitið 'Contemporary Realities and Future Dreams of Oki Islands Youth'. Greinin viðger...
Fleiri tíðindi...
Vísir 1 til 10 av 1671
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult