Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS

Fyrilestur um “Uppdagandi skriving”

“Uppdagandi skriving” er heitið á einum fyrilestri, sum Lesivegleiðarafelagið og Føroya Læraraskúli skipar fyri 19. apríl klokkan 19.30 í Læraraskúlahøllin
17.04.2012Karolina Matras
Fyrilestur um “Uppdagandi skriving”

Klara Korsgaard, leiðari á Nationalt Videnscenter for Læsning, heldur fyrilesturin.

“Uppdagandi skriving” er ein arbeiðsháttur, sum miðar eftir, at børn longu fyri skúlaaldur kunna skriva seg til lesing. Eftir hesum arbeiðshátti verður støðið tikið í børnunum, í tekstum hjá teimum sjálvum og tørvinum at samskifta.

Børn eru klár at skriva, áður enn tey eru klár at lesa. Tí eiga tey at fáa møguleikan at koma í samband við skrivingina so skjótt, sum tey vísa áhuga fyri skrivingini, heldur Klara Korsgaard.

Hon fer at greiða frá týdninginum, sum “uppdagandi skriving” hevur fyri avkodan og lesifatan. Eisini fer Klara Korsgaard at siga frá, hvørjar fakligar og undirvísingarligar avleiðingar henda vitan hevur fyri lesi- og skriviundirvísingina í 1.flokki.

Saman við øðrum hevur hon skrivað bókina “Opdagende skrivning – en vej ind i læsningen”, ið vendir sær til dagstovnaleiðarar, námsfrøðingar, lærarar í innskúlingini, lesivegleiðarar og lesandi á námsfrøðinga- og læraraskúlum.

Ein verkætlan lá til grund fyri bókini. Verkætlanin vísti m.a., at “uppdagandi skriving” byggir upp undir trúnna hjá barninum um, at tað í veruleikanum dugir, tí við “uppdagandi skrivingini” verður støðið altíð tikið í barninum. Hetta vísti seg sjálvsagt eisini at vera sera stór tileggjan fyri børnini.

Fyrilesturin, sum er almennur, verður hóskvøldið 19. apríl kl. 19.30 í Læraraskúlahøllin, Frælsi 20 í Tórshavn.

Seinastu tiðindi

13.05.2013
Klinisk vegleiðaraútbúgving.
27 luttakarar í kliniska vegleiðaraskeiðnum eru nú í holtur við at leggja seinastu hond á endaligu...
12.05.2013
Størri skúlar til størri næmingar!
Kanning við 8. og 9. floks næmingum vísir, at næmingarnir í størru skúlunum eru nøgdari við...
11.05.2013
Heidi S. Hansen "Master of Science" í lívfrøði
Mikudagin 8. mai vardi Heidi S. Hansen sína MSc serritgerð í lívfrøði. Hon er samstundis tann...
07.05.2013
Bjarne Stoklund farin um sýn
Bjarne Stoklund professari emeritus við Københavns Universitet andaðist tann 3. mai 85 ára gamal.
06.05.2013
Føroysk bindimentan í broyting
Varðveita tað gamla, og taka ímóti tí nýggja.
Fleiri tiðindi...
Vísir 11 til 20 av 892
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult