Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS

Fyrsti masterstudenturin í lívfrøði á Fróðskaparsetrinum

Fróðskaparsetur Føroya hevur nú fingið sín fyrsta masterstudent í lívfrøði.
29.02.2012Hans Pauli Joensen
Heidi Sofusardóttir HansenHeidi Sofusardóttir Hansen

Fyrsti MSc studenturin í lívfrøði er nú innskrivaður á Setrinum. Tað er Heidi S. Hansen, sum eftir BSc útbúgvingina í lívfrøði frá NVD fór at lesa MSc í lívfrøði á Keypmannahavnar Universiteti (KU). Hon hevur  søkt  um at verða innskrivað sum masterstudentur í lívfrøði á Setrinum, og tað er játtað. 

Í høvuðsheitum snýr tað seg um at gera serritgerðina til MSc útbúgvingina. Hon fær skeiðini frá útbúgvingini á KU avriksflutt til útbúgvingina á Setrinum.

Vegleiðari vegna Náttúruvísindadeildina verður professor Dr. philos. Svein-Ole Mikalsen. Uttanseturs vegleiðarar verða Dr.Scient. Maria Dam, Umhvørvisstovan, professor DMSc. Bente Pakkenberg, Bispebjerg University Hospital, og Stud. PhD Nina Eriksen, Bispebjerg University Hospital.

Heitið á MSc ritgerðini er “The effect of mercury on the pilot whale brain”.

Atknýtt tíðindi

Samband
Svein-Ole Mikalsen

Seinastu tiðindi

22.05.2013
Føroyingur við á ráðstevnu um viðurskiftir hjá børnum og ungum í Grønlandi
Ráðstevnan var fyrsta tiltakið hjá einum nýstovnaðum tvørfakligum útnorður granskarabólki.
20.05.2013
Kristianna Hammer á ráðstevnu í Ìslandi
Kristianna Hammer, lektari á sjúkrarøktarfrøðideildini, luttók í seinastu viku á ráðstevnu í Íslandi...
16.05.2013
Setursdagurin 2013
Fróðskaparsetrið fyllir 48 ár 20. mai 2013. Í tí sambandi skipar Setrið fyri almennum fyrilestrum í...
15.05.2013
Gott kjak um planlegging
Planleggin má til og útgangsstøðið er, at vit vita hvagar leiðin gongur. Tað var ein av...
15.05.2013
Ráðstevna um lívfrøðiligt margfeldi og burðardygga lendisnýtslu
Fróðskaparsetur Føroya, Søvn Landsins Náttúrugripasavnið og Búnaðarstovan skipa fyri ráðstevnu um...
Fleiri tiðindi...
Vísir 1 til 10 av 894
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult