Megindeildin fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi
Megindeildin fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS

Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum 2012.

Komandi sunnudag 12. februar 2012 verður skipað fyri hátíðarløtu í samband við, at gávugóðs skal handast úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Gávugóðsið verður givið ungum listafólki, sum hevur víst hegni og hug at útbúgva seg.
07.02.2012
Thorvald Poulsen av Steinum hevði í ár tann 8. februar fylt 100 árThorvald Poulsen av Steinum hevði í ár tann 8. februar fylt 100 ár

Thorvald Poulsen av Steinum hevði í ár tann 8. februar fylt 100 ár. Í hesum sambandi verður gjørt eitt sindur meira burturúr tiltakinum enn gjørt hevur verið árini frammanundan. Tiltakið, sum er alment, verður í hølunum hjá Østrøms fabrikk á Skálatrøð, har byrjað verður kl 15. Bjóðað verður eitt lítið ábit.

Skrá fyri samkomuna er hendan:

  • Sigurð í Jákupsstovu, rektari bjóðar vælkomin
  • Mentamálaráðharrin handar gávugóðs.                    
  • Inger Smærup Sørensen heldur fyrilestur, har hon hugleiðir um tær avbjóðingar listin hevur í dag.
  • Listarfólki framber brot frá sínum arbeiði.


Í nevndini fyri grunnin sita Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags,  Oddfríður M. Rasmussen, formaður í Listasambandi Føroya og Sigurð í Jákupsstovu, rektari á  Fróðskaparsetri, sum er formaður.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Atknýtt info

Seinastu tiðindi

12.05.2012
Nýggj sjóvarfalsorkukort
Fyri fyrstu ferð er orkupotentialið í sjóvarfalsrákinum á Landgrunninum kortlagt. Kanningarnar...
10.05.2012
40 støddfrøðingar við Gjógv
Fróðskaparsetur Føroya er millum fyriskipararnar av norðurlendskari ráðstevnu í støddfrøði við Gjógv...
09.05.2012
Villar plantur til matna
»Á landsbygd har eta tey sýrulegg og hvonn« og tað gera tey eisini á Noma – heimsins bestu...
09.05.2012
Fyrimunir og vansar av at eta hval og kóp í Norðurhøvum
NVD á FF hevur skipað fyri verkstovu um fyrimunir og vansar av at eta hval og kóp í Norðurhøvum
Fleiri tiðindi...
Vísir 11 til 20 av 651
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult