Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

Gestur og Svein-Ole verða starvsfólkaumboð

Gestur Hovgaard varð afturvaldur, meðan Svein-Ole Mikalsen er nývaldur
83 starvsfólk greiddu atkvøðu, tá ið starvsfólkaumboð skuldu veljast. Her er tað Erika Hayfield, ið koyrir atkvøðuseðilin í kassan83 starvsfólk greiddu atkvøðu, tá ið starvsfólkaumboð skuldu veljast. Her er tað Erika Hayfield, ið koyrir atkvøðuseðilin í kassan

Í gjár var skipað fyri vali av starvsfólkaumboðum fyri Fróðskaparsetur Føroya. Av teimum 127, sum høvdu valrætt, greiddu 83 atkvøðu. Tað svarar til eina vallutøku upp á 65,4 prosent.

Valúrslitið gjørdist soleiðis:
Gestur Hovgaard 35 atkvøður
Svein-Ole Mikalsen 30 atkvøður
Hans Harryson 25 atkvøður
Sára Joensen 25 atkvøður
Vár í Ólavsstovu 23 atkvøður

Sostatt er Gestur Hovgaard fyrstvaldur við 35 atkvøðum og Svein-Ole Mikalsen næstvaldur við 30 atkvøðum.

Av tí at tað stóð á jøvnum millum Hans Harryson og Sáru Joensen var neyðugt við lutakasti. Fyrsti varalimur gjørdist Sára Joensen við 25 atkvøðum og annar varalimur gjørdist Hans Harryson við 25 atkvøðum.

Í lógini um Fróðskaparsetur Føroya stendur, at “Stýrið er evsti myndugleiki á stovninum og hevur ábyrgdina av virksemi stovnsins mótvegis landsstýrismanninum. Stýrið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og øðrum fyriskipanum um virksemi stovnsins verða fylgdar ... Stýrið tekur sær av áhugamálunum hjá Fróðskaparsetri Føroya sum útbúgvingar- og granskingarstovni, ásetir bygnað og tekur avgerð um langtíðarvirksemi og menning.”

Seinastu tiðindi

24.01.2017
VITSKA: Too Good To Go – minka um matoyðsl
Í kvøld, týskvøldið 24. januar kl. 19:30, halda vinnararnir av Umhvørvisviðursløn Norðurlandsráðsins...
23.01.2017
Stakgreinalestur á Setrinum
Nú ber til at søkja um upptøku í stakgreinalestri á Setrinum
23.01.2017
Professari í orkuverkfrøði
Nýsetti Hans Georg Beyer hevur drúgvar fakligar royndir úr fleiri londum
16.01.2017
MA-fyrilestur á Føroyamálsdeildini
Fríggjadagin 20. januar kl. 14 heldur Lydia Didriksen MA-fyrilestur í Loftsstovuni á...
13.01.2017
Firouz Gaini hevur grein í nýggjastu útgávuni av 'Electronic Journal of Contemporary Japanese Studies' (ejcjs).
Greinin hevur heitið 'Contemporary Realities and Future Dreams of Oki Islands Youth'. Greinin viðger...
Fleiri tíðindi...
Vísir 1 til 10 av 1671
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult