Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS

Grein um umboðsmannin í donskum løgfrøðitíðarriti

Greinin “Ombudsmandens misforståede autoritet” varð kunngjørd í danska løgfrøðitíðarritinum Juristen nr. 2, 2012, sum kom út í apríl mánað í ár. Tað eru teir báðir Kári á Rógvi, lektari í løgfrøði, og Bárður Larsen, avloysandi seturslærari í løgfrøði, sum hava skrivað.
01.05.2012Bárður Larsen
Grein um umboðsmannin í donskum løgfrøðitíðarriti

Í greinini seta høvundarnir kritiskar spurningar við grundarlagið undir stovnunum Fólkatingsins umboðsmaður og Løgtingsins umboðsmaður. Víst verður á, at hesir stovnar vóru ætlaðir at standa fyri kritiskari uppaling av almennu fyrisitingini og vísa á veg í torførum málum, men at gongdin í veruleikanum bleiv ein onnur, tí umboðsmaðurin bleiv stovnur, sum í veruleikanum avgerð mál eins og fyrisitingarmyndugleikar ella dómstólar.

Høvundarnir finnast eisini at tí mentan, ið er ment kring umboðsmansstovnin, har kritikkur ikki er vælkomin, men verður sæddur sum hóttan móti stovninum, tí slíka støðu eigur ongin stovnur at fáa í fólkaræðisligum rættarsamfelag.

Limir í DJØF kunnu lesa greinina undir hesi leinkju til Juristen: http://www.djoef.dk/blade/juristen.aspx


Seinastu tiðindi

11.05.2013
Heidi S. Hansen "Master of Science" í lívfrøði
Mikudagin 8. mai vardi Heidi S. Hansen sína MSc serritgerð í lívfrøði. Hon er samstundis tann...
07.05.2013
Bjarne Stoklund farin um sýn
Bjarne Stoklund professari emeritus við Københavns Universitet andaðist tann 3. mai 85 ára gamal.
06.05.2013
Føroysk bindimentan í broyting
Varðveita tað gamla, og taka ímóti tí nýggja.
03.05.2013
HerMix sildaverkætlanin liðug
Sjey granskingarstovnar og vinnufyritøkur í Íslandi, Føroyum, Noregi og Danmark tóku seg saman fyri...
02.05.2013
Gestafyrilestrar um menniskjaheilan og kúlubøkuna
Í samband við próvhoyring av fyrsta masterstudentinum nakrantíð í lívfrøði á NVD, fer NVD at skipa...
Fleiri tiðindi...
Vísir 21 til 30 av 895
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult