Megindeildin fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi
Megindeildin fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS

Greinasavn um Jakob Jakobsen ummælt í altjóða netttíðarritinum ”Island Studies Journal”

Í altjóða nettíðarritinum ”Island Studies Journal” fær greinasavnið sum heild góð skoðsmál.
12.02.2012Tóta Árnadóttir
Greinasavn um Jakob Jakobsen ummælt í altjóða netttíðarritinum ”Island Studies Journal”
Adam GrydehøjAdam Grydehøj
Greinasavn um Jakob Jakobsen ummælt í altjóða netttíðarritinum ”Island Studies Journal”

Í 2010 kom út greinasavn við 15 greinum um Jakob Jakobsen og virksemi hansara í Føroyum og Hetlandi. Greinirnar tóku støði í fyrilestrum, sum vórðu hildnir á ráðstevnu í Hetlandi í 2006. Ráðstevnan og greinasavnið vóru fyriskipað í samstarvi millum ”ShetlandAmenity Trust” og Fróðskaparsetrið. Turið Sigurðardóttir (FMD) og Brian Smithúr Hetlandi ritstjórnaðu greinasavninum í felag.

Í altjóða nettíðarritinum ”Island Studies Journal” fær greinasavnið sum heild góð skoðsmál. Tað er fólkalívsfrøðingurin Adam Grydehøj, sum ummælir, og hann leggur dent á, at tað er kærkomið, at tað verður skrivað um Jakob Jakobsen á enskum máli. Grydehøj  letur væl at einstøku greinunum hvørjari sær, men fýlist kortini á, at tær í ov lítlan mun eru samskipaðar í eina heild. Eisini saknar hann nýggja gransking og hugleiðingar um, hvønn týdning avrikini hjá JakobJakobsen hava havt, og framhaldandi hava, í ávikavist Føroyum og Hetlandi. Hann dregur tó greinina hjá Leyvoy Joensen fram sum dømi um, hvussu hetta kann gerast á áhugaverdan hátt.

Ummælið alt kann takast niður sum Pdf fíla.

Nettíðarritið ”Island StudiesJournal” viðger oyggjagransking í tvørfakligum og altjóða samstarvi.

Tað hevur heimstað í Kanada og kann takast niður av alnótini ókeypis. Næsta útgávan verður í mai 2012.


Atknýtt tíðindi

Atknýtt links
Samband
Tóta Árnadóttir

Seinastu tiðindi

20.05.2012
Áminning til lesandi uttanlands um aktivering av p-tølum.
Avgreiðslurnar hjá TAKS steingja í tvær vikur í summar, frá 23. juli til 3. august. Tí er...
19.05.2012
Áminning til lesandi uttanlands um aktivering av p-tølum.
Avgreiðslurnar hjá TAKS steingja í tvær vikur í summar, frá 23. juli til 3. august. Tí er...
16.05.2012
Vilhelmine Christine Himmeline
Hví hevur ein genta, fødd á Viðareiði 28. mai í 1840, fingið navnið Vilhelmine Christine Himmeline? ...
14.05.2012
Støddfrøði í 21. øld
Kristi himmalsferðardag 17. mai kl. 19:00 skipar Fróðskaparsetur Føroya fyri almennum fyrilestri um...
14.05.2012
Fólk við serligum avbjóðingum
Tað politiskt rætta málið snýr seg serliga um fólk, sum víkja frá meirilutanum, tað kunnu vera ...
Fleiri tiðindi...
Vísir 1 til 10 av 651
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult