Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

Norskt fyri tilflytarar og flóttafólk

Hósdagin 17. november helt norðmaðurin Espen Strøm Lønvik ein sera áhugaverdur fyrilestur á Føroyamálsdeildini við heitinum "Norsk som andrespråk", sum snúði seg um at læra vaksnar tilflytarar og flóttafólk norskt
CEFR-stiginiCEFR-stigini

Fyrilestrarhaldarin
Espen Strøm Lønvik, sum lesur BA í føroyskum á Føroyamálsdeildini, hevur MA í norskum sum annaðmál frá universitetinum í Oslo. Ein part av MA-náminum tók hann sum skiftisstudentur á Føroyamálsdeildini. Frammanundan hevur hann BA í málvísindum frá NTNU í Tróndheimi og læraraprógv í norskum frá háskúlanum í Volda. Sjálvur hevur Espen royndir við at undirvísa vaksnum tilflytarum og flóttafólki í norskum.

Norskt sum annaðmál
Sum vaksin lærir tú ikki eitt nýtt mál á sama hátt sum tú lærdi móðurmálið sum barn. Aldur, tileggjan og móðurmál hava týdning fyri, hvussu væl tú lærir eitt annaðmál. Í Noregi, Svøríki, Danmark, Finnlandi og Íslandi hevur annaðmálsgransking tey seinastu árini ment seg á teimum norðurlendsku deildunum.

Tvørvísindalig grein
Espen legði fyri við at siga, at norskt sum annaðmál er ein tvørvísindalig grein millum málvísindi og námsfrøði. Tilflytarar og flóttafólk hava rætt og skyldu til undirvísing í norskum og samfelagskunnleika. Undirvísingin í norskum umfatar 600 tímar og kann økjast heilt upp til 2400 tímar, um tørvur er á tí. Í Noregi liggur ábyrgdin fyri hesi undirvísing úti hjá kommununum. Í 2015 vóru stívliga 31.000 umsóknir um friðskjól í Noregi, so tørvurin á norskundirvísing er ovurhonds stórur.

Tríggir bólkar
Norðmenn hava eina læruætlan í norskum og samfelagskunnleika fyri vaksnar tilflytarar, har ið dentur verður lagdur á tørvin hjá tí einstaka. Til tess at fáa ‘næmingarnar’ í rættan bólk, verður hugt at málsligari bakgrund, heimlandi, útbúgving, framtíðarætlanum, hvussu leingi tey hava búð í Noregi og yrki. Síðan verða næmingarnir býttir sundur í tríggjar bólkar.  Fyrsti bólkar umfatar fólk við lítlari ella ongari útbúgving, og har gongur tað spakuliga frameftir. Her verður undirvíst í alfabetisering og venjingum í at nýta skriftmál sum amboð. Annar bólkur umfatar fólk, sum hava eitt sindur av skúlagongd (hava t.d. staðið fólkaskúlan). Her verður roynt at menna munnligar og skrivligar førleikar, og ferðin er tá eitt sindur hægri. Triði bólkur umfatar fólk við góðari almennari útbúgving, har ið summi hava lisið á universiteti. Hesir næmingarnir duga at brúka lesing og skriving, tá ið teir skulu tilogna sær kunnleika um fremmandamál. Her gongur tað skjótt frameftir.

CEFR
Amboðið til at máta framgongdina í innlæringini er tað sonevnda CEFR (Common European Framework of Reference for Languages), sum er ein felags evropeiskur standardur fyri læring, undirvísing og meting.  Hesin standardur er ein lýsing av, hvønn kunnleika og hvørjar førleikar fólk mugu hava fyri at kunna samskifta væl á einum máli. CEFR verður býtt sundur í tríggjar høvuðspartar:  A (grundleggjandi kunnleiki) , B (tey, sum kunnu klára seg í flestu umstøðum) og C (tey, sum skilja alt, tosa málið raðið og duga at skriva; sbr. bólkarnar omanfyri).

Viðmerkingar
Viðmerkingarnar aftan á fyrilesturin snúðu seg mest um, hvussu aftarlaga vit eru í Føroyum á hesum øki. Eingi krøv, ongar skyldur um undirvísing í máli og samfelagskunnleika. Tað kom týðiliga fram í orðaskiftinum, at Mentamálaráðið átti at sett krøv til fremmandamálsliga undirvísing í føroyskum við støði í CEFR-standardinum. Eitt annað, sum kom fram, var, at talið á innflytarum til Føroya er í støðugum vøkstri, og tí átti Setrið at raðfest granskingarøkið annaðmálsundirvísing (second language acquisition) í Føroyum við støði í teimum royndum, sum m.a. eru gjørdar í Noregi.

Seinastu tiðindi

24.01.2017
VITSKA: Too Good To Go – minka um matoyðsl
Í kvøld, týskvøldið 24. januar kl. 19:30, halda vinnararnir av Umhvørvisviðursløn Norðurlandsráðsins...
23.01.2017
Stakgreinalestur á Setrinum
Nú ber til at søkja um upptøku í stakgreinalestri á Setrinum
23.01.2017
Professari í orkuverkfrøði
Nýsetti Hans Georg Beyer hevur drúgvar fakligar royndir úr fleiri londum
16.01.2017
MA-fyrilestur á Føroyamálsdeildini
Fríggjadagin 20. januar kl. 14 heldur Lydia Didriksen MA-fyrilestur í Loftsstovuni á...
13.01.2017
Firouz Gaini hevur grein í nýggjastu útgávuni av 'Electronic Journal of Contemporary Japanese Studies' (ejcjs).
Greinin hevur heitið 'Contemporary Realities and Future Dreams of Oki Islands Youth'. Greinin viðger...
Fleiri tíðindi...
Vísir 1 til 10 av 1671
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult