Megindeildin fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi
Megindeildin fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS

Nýtt skeið: “Humangenetikk fyri læknar”, byrjar 25. februar 2012

Tað er tey seinnu árini farin fram ein stór menning innan genetikk. Í dag er tað møguligt, bæði tekniskt og fíggjarliga, at kanna viðurskifti sum vóru óhugsandi fyri bara nøkrum fáum árum síðani. Føroyskir læknar kunnu á hesum skeiðnum fáa vitan um nýggjari mýlska genetikk, genetiskar royndir og onnur viðkomandi evni innan humangenetik.
Mýlskur strukturur av DNAMýlskur strukturur av DNA

Heiti: Humangenetikk fyri læknar

Skeiðnr. :  3535.12

Námsstig: 1 ECTS

Fortreytir: Universitetsstig innan læknavísindi (MD)

Luttøkugjald: 1200 DKK

Nær: Leygardagar. 25/2, 17/3, 19/5, 2/6. Allar dagar frá kl. 10 til 17. Umleið 28 tímar í alt.

Stað: Granskingar- og menningarlonin, Ílegusavnið, J.C. Svabosgøta 43

Fyriskipari: PhD lesandi Noomi Gregersen (noomigregersen@mac.com) og Guðrið Andorsdóttir (gudrid@biobank.gov.fo) vegna Ílegusavnið, Landssjúkrahúsið og Fróðskaparsetur Føroya

Undirvísarar: Ymiskir fyrilestrarhaldarar, bæði úr Føroyum og Danmark

Mál: Føroyskt, danskt og norskt

Endamál: At geva luttakaranum eina grundvitan innan humangenetikk – bæði viðvíkjandi bygnaði, funktión og kanningum av arvamassum. Hendan grundvitan skal gera luttakaran føran fyri at skilja tær genetisku kanningarnar, at bíleggja genetiskar kanningar at tulka og nýta úrslitini frá teimum genetisku kanningunum til diagnostik og risikometan.

Evni: Mýlsk genetikk: Genetisk variatión, fenotypir og genotypir, gen-gen og gen-umhvørvis samspæl (interaktión). Epigenetik. Amboð innan genetik: Bioinformatik, databasur, genetiskar kanningar av einkult nukleotid polymorfiðum og øðrum polymorfiðum, genom skanning, DNA sekventering; navngevan av genum. Populatiónsgenetikk. Epidemiologi. Pre- og postnatal diagnostik. Genterapi. Persónifiserað genetik. Bílegging og tulking av genetiskum kanningum. Genetisk ráðgeving. Lógir viðvíkjandi genetiskari gransking. ELSI (etiskar,  lógfrøðiligar og sosialar avleiðingar). Humant mikrobiom. Ymisk Føroysk dømir um arbeiði innan humanari mýlis genetik: Genetiskir risikofaktorar fyri panikangist; DNA sekventering av skizofreni pasientum; FarGen projektið.

Døming: Luttøka til alt skeiðið.

Lestrarlisti: Kopiera tilfar

Tilmelding: Ílegusavnið, secretary@biobank.gov.fo  Fyll út oyðublað:
www.setur.fo/fileadmin/user_upload/NVD/Oydublod/VattanUmInnskrivingNytt.pdf , viðmerk Stakskeið nr. 3535.12

Kontaktpersónur vegna Fróðskaparsetrið: Svein-Ole Mikalsen, sveinom@setur.fo

Seinastu tiðindi

20.05.2012
Áminning til lesandi uttanlands um aktivering av p-tølum.
Avgreiðslurnar hjá TAKS steingja í tvær vikur í summar, frá 23. juli til 3. august. Tí er...
19.05.2012
Áminning til lesandi uttanlands um aktivering av p-tølum.
Avgreiðslurnar hjá TAKS steingja í tvær vikur í summar, frá 23. juli til 3. august. Tí er...
16.05.2012
Vilhelmine Christine Himmeline
Hví hevur ein genta, fødd á Viðareiði 28. mai í 1840, fingið navnið Vilhelmine Christine Himmeline? ...
14.05.2012
Støddfrøði í 21. øld
Kristi himmalsferðardag 17. mai kl. 19:00 skipar Fróðskaparsetur Føroya fyri almennum fyrilestri um...
14.05.2012
Fólk við serligum avbjóðingum
Tað politiskt rætta málið snýr seg serliga um fólk, sum víkja frá meirilutanum, tað kunnu vera ...
Fleiri tiðindi...
Vísir 1 til 10 av 651
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult