Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS

Oljuprísurin fer ikki at hækka

Tað var greiða svarið hjá norska professaranum Dag Harald Claes, tá ið hann varð spurdur á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, sum varð hildin í sambandi við 25 ára dagin hjá Søgu- og samfelagsdeildini.
26.04.2012Erling Isholm
Oljuprísurin fer ikki at hækka

Í sínum grundgevingum segði Claes, at oljuprísurin longu er alt ov høgur og tí ikki fer at hækka meira, at bæði kendar og ókendar oljuleiðir framvegis eru risastórar, og at onki oljureinsingarvirki nakra staðni í heimunum hevur havt trupulleikar av at fáa fatur á teirri oljuni, sum teimum hevur havt tørv á. Høgi oljuprísurin hevur sostatt einki við útboðið av olju at gera.

Dag Harald Claes, sum er knýttur at Universitetinum í Oslo, hevði ein áhugaverdan fyrilestur um tilfeingi í Útnorði. Ein av stóru spurningunum, sum hann tók upp, var óttin fyri, at útnorðurlond skulu enda í stórum tvídráttum sínámillum ella við onnur grannalond og ráevni í undirgrundini.

Dag Harald Claes helt, at lítil vandi var fyri slíkum tvídráttum, tí so at siga allar kendar ráevnisgoymslur liggja innanfyri tey landamørkini, sum vit kenna í dag.

Skuldi áhugi fyri ráevnum komið, har landamørkini framvegis eru ógreið, er umráðandi at bíða við øllum leitingarvirksemi, til hesar tvístøður eru fingar upp á pláss. Hann vísti á dømi um undirgrundarmakrið millum Noreg og Russland, sum londini stríddust um í meir enn 40 ár. Har avtalaðu londini, at eingin leiting skuldi gerast, fyrr enn avtala var gjørd um markið.

Somu nátt, sum undirgrundaravtalan teirra millum varð undirskrivað 15. September 2010, fóru norðmenn at gera seismiskar kanningar í norska partinum av Barentshavinum. Hinvegin hava russar als ikki sett spónin í greytin enn, men kortini hevur als eingin ósemja verið landanna millum, síðani avtalan varð undirskrivað.

Samband
Erling Isholm

Seinastu tiðindi

17.09.2013
Markleys útbúgving 2013
Markleys útbúgving 2013 verður í ár fyriskipað í Norðurlandahúsinum týsdagin 17. september.
18.06.2013
Prógvhandan á Setrinum
Komandi fríggjadag tann 21. juni 2013 kl. 14 verða prógvini handað teimum, sum hava lokið...
14.06.2013
Sissal kannar málstøðið hjá føroyskum smábørnum
“Við hesi kanning fáa vit meiri vitan um og amboðið til at máta móðurmálsliga menningarstøðið hjá...
13.06.2013
Fremmandar vitjanir á Sjúkrarøktarfrøðideildini
Stórur áhugi er hjá okkara starvsfeløgum í londunum kring okkum at vitja. Àrstíðin er frálík og...
11.06.2013
Summarskeið í føroyskum
Í døgum 10. -29. juni skipar Føroyamálsdeildin fyri norðurlendskum summarskeiði í føroyskum.
Fleiri tiðindi...
Vísir 1 til 10 av 917
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult