Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

Ov gott at blaka burtur

Stian Olesen, stjóri í "Too Good To Go", heldur fyrilestur um fyritøkuna, sum hevur uppfunnið eina snilda app, ið kann vera við til at steðga matoyðsli. "Too Good To Go"-appin vann Umhvørvisvirðisløn Norðulandaráðsins í 2016
1. november kunngjørdi Norðurlandaráðið, at Too Good To Go hevði vunnið Umhvørvisvirðislønina fyri 2016. 24. januar fer Stian Olesen (høgrumegin) at halda fyrilestur í Norðurlandahúsinum. Mynd: Magnus Fröderberg/norden.org1. november kunngjørdi Norðurlandaráðið, at Too Good To Go hevði vunnið Umhvørvisvirðislønina fyri 2016. 24. januar fer Stian Olesen (høgrumegin) at halda fyrilestur í Norðurlandahúsinum. Mynd: Magnus Fröderberg/norden.org
Too Good To Go hevur fest røtur í Stóra Bretlandi, Fraklandi og Týsklandi, og í ár verður búmerkið at síggja í uppaftur fleiri londum. Higartil er appin tikin niður fleiri enn 800.000 ferðirToo Good To Go hevur fest røtur í Stóra Bretlandi, Fraklandi og Týsklandi, og í ár verður búmerkið at síggja í uppaftur fleiri londum. Higartil er appin tikin niður fleiri enn 800.000 ferðir

24. januar fer Stian Olesen, stjóri í Too Good To Go, at halda fyrilestur í Norðurlandahúsinum. To Good To Go, ið vann Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins í 2016, er ein online pallur, ein app, sum er til fyri at minka um matoyðsl. Konseptið gevur fólki møguleika at keypa mat, sum matstovur og handlar annars tveita burt, bíliga.

1/3 av øllum mati í heiminum verður tveittur burtur, og matoyðsl er ein av trimum størstu orsøkunum til útlát av vakstrarhúsgassum. Too Good To Go er á ein nýhugsandi hátt við til at broyta hesa gongdina – og so er tað eisini gott fyri pengapungin.

Konseptið er í stuttum, at matstovur og handlar vátta at vera við í einari skipan, har tey seinasta tíman fyri afturlatingartíð vilja selja mat, sum annars hevði farið í rusk tann dagin, fyri niðursettan prís - heilt niður í 20 kr.

Í verki virkar skipan soleiðis: Umvegis 'Too Good To Go'-appina finnur tú eina matstovu ella ein handil, sum er við í skipanini, og bíleggur tað, tú vilt hava, og rindar fyri tað online. Í fyrsta lagi ein tíma fyri afturlatingartíð vísir tú kvittanina og fært matin heim við tær - og bjargar honum undan ruskdunganum!

Síðan felagið varð sett á stovn í 2015, hevur tað bjargað 353.000 máltíðum frá ruskílatinum. T.e. uml 700 tons av mati.

Felagið hevur, umframt Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins, vunnið tveir IVÆKST virðislønir: Årets Gyldne Hat og Årets Idealist.

Til fyrilesturin fer Stian Olesen, stjóri í Too Good To Go, at greiða frá teirra virksemi – frá hugskoti til veruleika, og hvat tað merkir at vera við til at bjarga mannaættini.

Fyrilesturin er ókeypis og verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum týsdag 24. januar kl 19.30.
Tiltakið er partur av fyrilestrarøðini VITSKA, sum er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið og Fróðskaparsetur Føroya.

Seinastu tiðindi

23.02.2017
Har Hammershaimb møtir Marx og Freud
Móðurmálsdagurin 2017 verður í Løkshøll 25. mars
23.02.2017
Gestur í nýtt starv í Nuuk
Gestur Hovgaard verður instituttleiðari á Ilisimatusarfik
17.02.2017
Ein seinnapartur við føroyskum
Týsdagin verða seks fyrilestrar um ymisk viðvíkjandi føroyskum
15.02.2017
Fyrilestur á Torradøgunum: Hvussu nógv plast hevur havhestur í sær, og hví etur hann plast?
Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur á Náttúruvísindadeildini, hevur fyrilestur á Torradøgunum 16....
Fleiri tíðindi...
Vísir 1 til 10 av 1680
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult