Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS

Ráðstevna: Nýggir leiklutir í altjóðasamfelagnum

Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya verður 25 ár í 2012. Í hesum sambandi verður ein ráðstevna hildin, har dentur verður lagdur á framtíðina hjá samfeløgunum í Útnorðri í einum alheimsgjørdum heimi.
Ráðstevna: Nýggir leiklutir í altjóðasamfelagnum

Útnorður í 21. øld, samfelag, útbúgving og gransking –
Nýggir leiklutir í altjóða samfelagnum

____________

Tilmelding fer fram, við at tekna seg á radstevna(at)setur.fo og við at gjalda kr. 100 á konto:  9181 4958723. Íroknað gjaldinum er kaffi og miðmáli.  Navnið á luttakara skal viðmerkjast tá goldið verður.

Tilmeldingarfreistin er hósdagin 19. apríl 2012.


Ráðstevnan verður hildin í Norðurlandahúsinum 24. apríl 2012. Har verður ljós varpað á samfelagsligu avbjóðingar og møguleikar, sum samfeløgini í Útnorðri, ið vóru partar av gamla danska imperiuminum, standa yvirfyri.  Hugsað verður bæði um politiskar, vinnuligar og mentanarligar avbjóðingar. Deildin hevur tilvitað valt at líta fram eftir (heldur enn aftureftir, sum kanska hevði verið meir natúrligt), og hevur tess vegna bjóðað einum breiðum skara av okkara samstarvsfeløgum í Norðurlondum at luttaka bæði við framløgum og vísindaligum greinum.

Ráðstevnan 24. apríl leggur dent á tvey evni – eitt fyrrapartin og eitt seinnapartin:

  • Evni 1: Útnorðurlendskur samleiki sum politisk-búskaparlig drívmegi


Evni fyrrapartin vera um samleika sum drívmegi í samfeløgunum í Útnorðri. Fyrilestrarnir fara at savna seg um teir serstøku møguleikarnar, sum bæði politiskt og vinnuliga liggja í at fokusera upp á tað serstaka politiska valdsbýtið, náttúruríkidømið og mentanarliga tilfeingið, sum eru í samfeløgunum í Útnorðri í dag.
 

  • Evni 2 : Trygd og autonomi


Evni seinnapartin handla um trygd og autonomi. Her fara fyrilestrarnir at leggja dent á avbjóðingar og møguleikar viðvíkjandi trygdini, sum samfeløgini í Útnorðri koma at standa yvirfyri í einum alheimsgjørdum heimi. Tað verður m.a. fokuserað á ymiskar møguleikar, sum liggja í politisku sambondunum: samband, heimastýri og fullveldi. Somuleiðis verður tað eisini fokuserað á avbjóðingar og møguleikar í geopolitisku og tilfeingisligu fortreytunum og møguligum broytingum í framtíðini.

Sí annars skránna her

Seinastu tiðindi

03.04.2013
Spennandi norðurlendsk granskingarverkætlan – “My Culture, my roots”
Í sambandi við granskingarverkætlanina um lokalsamfelag og list hjá norðlendskum børnum og ungum,...
03.04.2013
Próvtøkur í Cambridge enskum
Nú er tíðin til at melda seg til próvtøkurnar í Cambridge enskum á Setrinum
03.04.2013
Starvslesandi til sendistovurnar og føroysku landsfyrisitingina
Uttanríkstænastuni á Løgmansskrivstovuni tørvar starvslesandi til sendistovurnar í Keypmannahavn,...
02.04.2013
Freistin nærkast at bjóða fram fyrilestur
3. apríl er freist at bjóða fram fyrilestur á Frændafundi í summar
02.04.2013
Nýggjur stavari
Microsoft hevur sent Office-2013 á marknaðin, og tí spyrja fólk eftir rættstavaranum.
Fleiri tiðindi...
Vísir 71 til 80 av 892
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult