Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapRSS

Setrið viðurkent av Sameindu Tjóðum

Landgrunsskeiðið “Summer Academy on the Continental Shelf” (SACS) hevur vakt ans í altjóða høpi
SACS-skeiðið 2016 var í hølunum hjá Østrøm dagarnar 19.-25. juni. Á myndini leggur indiski Rasik Ravindra, jarðfrøðingur og limur í landgrunsnevnd ST (CLCS), fram á skeiðnumSACS-skeiðið 2016 var í hølunum hjá Østrøm dagarnar 19.-25. juni. Á myndini leggur indiski Rasik Ravindra, jarðfrøðingur og limur í landgrunsnevnd ST (CLCS), fram á skeiðnum
71. aðalfundur Sameindu Tjóða varð hildin á ST-høvuðsborgini í New York dagarnar 16.-23. september71. aðalfundur Sameindu Tjóða varð hildin á ST-høvuðsborgini í New York dagarnar 16.-23. september
Martin V. Heinesen, jarðfrøðingur (Jarðfeingi), var ein av stigtakarunum til SACS. Hinir vóru Bjørn Kunoy, doktari í lóg (sendimaður Føroya í Moskva), og Finn Mørk, jarðalisfrøðingur (De nationalegeologiske undersøgelser for Danmark og Grønland).Martin V. Heinesen, jarðfrøðingur (Jarðfeingi), var ein av stigtakarunum til SACS. Hinir vóru Bjørn Kunoy, doktari í lóg (sendimaður Føroya í Moskva), og Finn Mørk, jarðalisfrøðingur (De nationalegeologiske undersøgelser for Danmark og Grønland).

Í 2014 bjóðaði Fróðskaparsetur Føroya á fyrsta sinni út landgrunsskeiðið “Summer Academy on the Continental Shelf” (SACS). Innihaldsliga fevndi skeiðið um teknisk viðurskifti og almennar altjóðarættarligar reglur í sambandi við landgrunsmarknaáseting.

Síðani tá hava um 90 fólk úr 50 ymiskum londum tikið hetta skeið. Fleiri luttakarar á SACS hava verið úr menningarlondum, heruppií Fiji, Vietnam, Bangladesh, Sri Lanka, India, Madagaskar og Iran.

Nú hevur Fróðskaparsetur Føroya fingið altjóða viðurkenning fyri hetta arbeiðið. Mikudagin 23. november 2016 varð semja um havrættarviðtøku Aðalfundar Sameindu Tjóða fyri 2016. Hon er nú í endaligum líki og verður formliga samtykt seinni. Nýggja greinin sigur, at aðalfundurin
 
“Takes note of the holding of three sessions of the Summer Academy on the Continental Shelf (SACS) in 2014, 2015 and 2016 in the Faroe Islands, organized by the University of the Faroe Islands“.
 
Hetta verður sett inn í Part II, ið nevnist “Capacity Building”, ið snýr seg uppbygging av vitan í menningarlondum.

Nærri upplýsingar  um SACS og umrødda mál fáast  á heimasíðu Setursins, undir www.setur.fo/sacs, og við at venda sær til útbúgvingarleiðaran í løgfrøði, Bárð Larsen, á bardurl@setur.fo.


Samband
Bárður Larsen

Seinastu tiðindi

23.02.2017
Har Hammershaimb møtir Marx og Freud
Móðurmálsdagurin 2017 verður í Løkshøll 25. mars
23.02.2017
Gestur í nýtt starv í Nuuk
Gestur Hovgaard verður instituttleiðari á Ilisimatusarfik
17.02.2017
Ein seinnapartur við føroyskum
Týsdagin verða seks fyrilestrar um ymisk viðvíkjandi føroyskum
15.02.2017
Fyrilestur á Torradøgunum: Hvussu nógv plast hevur havhestur í sær, og hví etur hann plast?
Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur á Náttúruvísindadeildini, hevur fyrilestur á Torradøgunum 16....
Fleiri tíðindi...
Vísir 1 til 10 av 1680
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult