Megindeildin fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi
Megindeildin fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS

Skúli, samleiki, samhaldsfesti og seinmodernitetur

Firouz Gaini og Poul F. Guttesen eru við í stórari norðurlendskari granskingarætlan um lívsvirði hjá fólkaskúla- og miðnámsskúlanæmingum
Skúli, samleiki, samhaldsfesti og seinmodernitetur

Fleiri altjóða granskarar spáa, at spenningurin millum einstaklingin og felagsskapin fer at økjast í seinmodernaða samfelagnum. Samhaldsfestið (solidariteturin) verður skúgvað til síðis. Menniskju mugu brúka meira sína egnu orku til at mynda sín egna persónliga samleika, tá ið samfeløg, mentanir og hugsjónir missa sín eginleika at geva menniskjum eina heildarfatan av tilveruni, har eitt menniskja finnur sítt pláss, síni virði og sín samleika í størri samanheingi – har tey saman við øðrum eru partur av ein meiningsfullari heild.

Men er tað so? Hava samhaldsfesti, samanhald og samhaldsfesti minni týdning í dag enn áður? Fer størri parturin av orkuni hjá nýggju ættarliðunum til at mynda persónliga samleikan, tí tey kenna seg einsamøll í einum syndraðum heimi, har stóru søgurnar og ímyndirnar einans eru brotmyndir av eini farnari mynd? Hvussu fata ung nú á døgum sambandið ímillum einstaklingin og felagsskapin? Hesir og aðrir spurningar um lívsvirði hjá ungum í Svøríki, Íslandi og Føroyum búgva undir eini granskingarætlan, ið Firouz Gaini og Poul F. Guttesen, lektarar á Føroya læraraskúla, eru við í.

Fyrsta stigið í ætlanini var eitt spurnaskema, sum 6., 9. og miðnámsskúlanæmingar úr Tórshavn og Eysturoynni svaraðu í vár. Úrslitini av hesi spurnakanning vera viðgjørd í løtuni. Í eini grein í Frøði, ið júst er útkomið, greiðir Firouz Gaini frá, hvat nøkur av svarunum møguliga benda á. Hann vísir m.a. á, at tá hugsað verður um hugburð til samstarv og kapping, er tað ein týðiligur munur ímillum gentur og dreingir. Hóast flestu næmingarnir raðfesta samstarv hægri enn kapping, so er tað týðilga fleiri gentur enn dreingir, ið eru “púra samd” við uppáhaldinum “samstarv er meira týðandi enn kappping” (23,7% - 5,3% í 6.flokki, 20,7% - 8,7% í 9. flokki og 30,2% - 22,2% í miðnámsskúla). Hesi virði síggjast aftur í, hvussu næmingar fata skúlalív. Lutfalsliga fleiri dreingir halda, at tað er størri kapping í skúlanum enn samstarv. Hesin munurin er sjónskastur í miðnámsskúlunum, har 22,2% av dreingjunum og einans 7,5% av gentunum halda at “í skúlanum er meira kapping enn samstarv.” Gaini heldur, at dreingjum kanska dámar betur at kappast, teir “merkja kappingina og verja kappingina, tá teir skulu siga sína meining.” Í greinini, sum tú kanst lesa í nýggjastu útgávuni av Frøði, viðger Gaini eisini hugburðin hjá næmingunum til javnstøðu og rættvísi.

Hetta er vónandi fyrsti liður í eini stórari granskingarætlan. Í Frøði, sigur Gaini “at spurnakanningin – tá alt tilfarið úr Svøríki, Íslandi og Føroyum verður greinað – skal geva okkum eina grundleggandi vitan, sum kann verða brúkt til framhaldsgransking, til dømis í nýggjum kvalitativum samrøðum, sum fara djúpari inn í evnið. Á henda hátt kunnu vit siga nakað um, hvørji virði broytast, og hvønn týdning einstaklingurin og felagsskapurin hava fyri tann einstaka skúlanæminginum í praksis.”

Seinastu tiðindi

08.05.2012
Nýggjur fyrisitingarstjóri á Fróðskaparsetrinum
Jørgen Meitilberg tekur 15. mai við sum virkandi fyrisitingarstjóri, eftir at Páll Isholm hevur...
08.05.2012
Føroysk seismikk grein í Geophysical Prospecting
Úrslit frá seimiskum kanningum á Glyvursnesi eru almennakunngjørd í altjóða vísindatíðarritið. Teir...
07.05.2012
Nýggj botnkort
Síðani 1999 eru dýpini frá ekkoloddinum umbord á Magnusi Heinassyni innsavnaði. Nú eru tey...
02.05.2012
Kunningartiltak um útbúgvingarnar á Setrinum
Mikukvøldið 2. mai 2012 kl 19 verður stóra almenna kunningartiltakið um útbúgvingarnar á Setrinum.
02.05.2012
Seturskjakið um "Tað nationala genomið"
Hóskvøldið 3. mai kl. 19:30 verður aftur skipað fyri Seturskjaki á Østrøms Fabrikk á Skálatrøð,...
Fleiri tiðindi...
Vísir 21 til 30 av 651
Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult